Kollveltandi vælferðarpakki til føroyingar

Føroyingar fáa nú møguleikan at tekna eina privata heilsutrygging frá Trygd, ið kallast viðgerðartrygd. Við viðgerðartrygd fært tú alt í einum pakka: ráðgeving, viðgerð og eftirviðgerð á einum privatsjúkrahúsi í Norðanlondum.  Hetta er eitt kollveltandi vælferðarprodukt, sigur Ali Celebi



Trygd kundi á tíðindafundi í morgun boða frá, at teir framyvir fara at bjóða føroyingum eitt alternativ ella ískoyti til verandi tryggingar- og heilsuskipan.
- Hetta er kollveltandi tíðindi, at føroyingar nú hava møguleika at tekna eina privata heilsutrygging, eina pakkaloysn við skipaðum viðurskiftum. Við viðgerðartrygd fært tú alt í einum pakka, ráðgeving, viðgerð og eftirviðgerð, greiddi Ali Celebi, stjóri á Trygd frá í morgun.
Við hesum fáa føroyingar møguleikar at leypa køina á Landssjúkrahúsinum yvir, tá vit hava ilt í knænum ella fingið ein diskusprolaps.
 
Velja sjálvi
Møguleikin tryggjar, at føroyingar sjálvir kunnu velja at skurðviðgera knæið, eyguni ella hvat tað nú skal vera, á einum privatsjúkrahúsi í Danmark, Noreg ella Svøríki.
- Kundin velur sjálvur hvat fyri privatsjúkrahús hann við viðgerast á. Hann fær eisini ráðgeving í mun til hvat slag av viðgerð honum tørvar, og eisini um hvat sjúkrahús best og skjótast megnar ta uppgávuna, segði Ali Celebi á tíðindafundinum í morgun.
Men tað er ikki bara í Norðurlondum, at kundin hevur møguleika at viðgerast.
- Er tað soleiðis, at neyðuga hjálpin ella viðgerðin ikki fæst í Norðanlondum, so hava vit eisini møguleika at senda sjúklingin til USA ella aðrastaðni, har neyðuga hjálpin er at finna, vísti Ali Celebi.
 
Onki bureaukrati
Stjórin á Trygd greiddi eisini frá, at við viðgerðartrygd er onki pappírsveldi tá tær tørvar hjálp.
- Við hesum verður onki bureaukrati tá tær tørvar hjálp, segði Ali Celebi, og greiddi frá, at bíðitíðin ongantíð verður meiri enn tíggju dagar, men at málið altíð er at fáa so skjóta viðgerð sum møguligt.
Spurdur um, hvat Trygd roknaði við at fáa burtur úr hesum, svaraði Ali Celebi, at hetta sjálvandi er nakað, sum skal geva yvirskot.
- Vit eru ein privat tryggingarfyritøka so sjálvandi skal hetta geva yvirskot. Men hugskotið er meiri enn at vinna pengar. Hetta er eitt vælferðarprodukt til vanliga føroyingin, vísti Ali Celebi á.
Við hesum sipaði Ali Celebi til, at tað vanliga ikki hevur borið til hjá einum og hvørjum at lata seg skurðviðgera uttanlands.
- Ein skurðviðgerð fyri dikusprolaps kann kosta 80.000 krónur, og at skurðviðgera eitt knæ kann lættliga kosta 15.000 krónur, og tað er tað ikki øll, sum hava ráð til.
- Men við hesum tilboðnum, er tað ikki einans tey ríku, tí øll hava møguleikan at tekna eina slíka trygging, segði Ali Celebi, stjóri á Trygd.
 
Sjúkur fyri eina millión
Ali Celebi duldi ikki fyri, at Trygd roknar við at nýggja viðgerðartryggingin fær stóra undirtøku millum manna.
- Eg rokni við, at nógvir føroyingar fara at taka av hesum tilboðnum. Bíðitíðin fyri viðgerðum er ongin, og í mun til verandi støðu er hetta eitt risa framstig, greiddi Ali Celebi frá.
Prísirnir fyri tryggingina er svingandi, alt eftir hvussu gamal tú ert. Sum tjúgu ára gamal rindar tú 2000 krónur árliga fyri eina slíka trygging, meðan ein 55 ára gamal rindar einar 6000 krónur.
Men fyri tað fært tú sum kundi trygd fyri, at ein millión krónur kunnu verða nýttar upp á teg árliga til viðgerðir av ymsum slag. Ein millión er eitt ógvuliga høgt hámark, og Rikke Haaber frá International Health Insurance, samstarvsfelagin hjá Trygd, greiddi frá, at tað mesta tey higartil hava nýtt upp á eina sjúkling, er ein hálv millión krónur, og tað var ein krabbameinssjúklingur, sum skuldi viðgerast í USA.
 
Lætta um sjúkrahústrýstið
Seinastu dagarnar hava nógvar atfinningar verið mótvegis Landssjúkrahúsinum, og tí var tað eisini ein rættiliga upplagdur spurningur, tá Ali Celebi varð spurdur um tað var av tilvild, at teir komu við sínum tilboðið júst nú.
- Vit hava á ongan hátt verið í samráð við Landssjúkrahúsið, men hava tingast við IHI um hetta í eitt hálvt ár nú, so tað er rein tilvild, at samanfallið er soleiðis, segði Ali Celebi.
Tískil kundi hann heldur ikki svara fyri, í hvønn mun, ella um hetta yvirhøvur fór at minka um trýstið á Landssjúkrahúsið, men hann kundi tó siga so mikið sum, at tað ikki var óhugsandi at so var.