Tað var ein av hesum keðiligu døgunum, tá alt flýtur, og øll eru í ringum hýri, at Gunnvá segði við Poul Anker: ?Kanst tú ikki finna uppá okkurt annað - alt er frægari enn hetta!?
At hesi orðini skuldu hava við sær, at hon kom at sigla einar 3600 míl, hevði hon helst ikki roknað við. Men soleiðis bleiv, tí Poul Anker læt sær ikki siga fleiri ferðir, men fór í gongd við at gera dreym sín um ein seglbát til veruleika og keypti ein seglbát úr Miami.
Spennandi ferð um hav
Á heimasíðuni, www.pegasus-hosvik.com, verður sagt, at ferðin fyrst gekk við flogfari um Íslands til Boston, haðani tey fóru víðari til Florida, har báturin lá. Og um alt hevur gingið sum ætlað, fóru tey úr Clearwater Beach, ið liggur á vestaru síðuni av Florida, sunnudagin.
Fyrst verður siglt suðureftir. Síðani verður farið eysturum Florida fyri at fylgja Golfstreyminum norður til New York ella Boston, har farið verður inn at bunkra.
Næsti steðgurin verður í Liverpool í Nova Scotia, har ætlanin er at hitta vinfólk og gera klárt til túrin tvørturum til Grønlands. Longsti teinurin verður úr Grønlandi til Íslands. Tað er ikki avgjørt enn, hvønn veg siglt verður, men roynt verður at hava viðrák, so langt sum gjørligt.
Seinasti teinurin er úr Íslandi til Føroya.
Báturin er keyptur úr Florida frá einum eldri pari og varðveitir navn sítt, Pegasus.
Pegasus er bygdur í Finnlandi 1974 og er sera væl hildin.
Kend fólk við
Saman við Gunnvá, Poul Anker og døtrunum, Katrin og Winnie, eru eisini vinfólkini, Ásbjørg og Magnus Hansen og dóttir teirra, Jonna, við á ferðini - og so sjálvur bygdaráðsformaðurin, Jógvan Mørkøre.