Koma at hjálpa sálarsjúkum børnum

Um mánaðarskiftið koma starvsfólk av danska privatsjúkrahúsinum Hejmdal til Tvøroyrar at tosa við familjur hjá sálarsjúkum børnum og at hava skeið fyri lærarum og pedagogum

Við tí langa bíðilistanum til barnapsykiatri í Føroyum, skuldi stórur tørvur verið á at fingið hjálp til børn og ung við autismu, asberger og øðrum sálarligum sjúkum.
Ein avtala varð í summar gjørd millum Tvøroyar kommunu og danska privatsjúkrahúsið Hejmdal á Frederiksberg í Keypmannahavn um samstarv, og mánadagin koma starvsfólk frá sjúkrahúsinum til Føroya.
Kommunan hevur útvega teimum eini hús at vera í alla vikuna, tey verða á Tvøroyri.
Hugskotið við samstarvinum er, at føroyskar familjur skulu sleppa frá at fara til Danmrkar at fáa børn síni kannað.
Jan Samuelsen, forstjóri á Hejmdal sigur, at nakrar familjur bæði á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum eru sinnað at koma til samtalu við Hejmdal á Tvøroyri.
- Vit kunnu kanna børnini í Føroyum og staðfesta, hvat bagir. Tá ið vit eru aftur í Danmark, gera vit eina frágreiðing. Síðani koma vit við eini tilráðing um, hvør viðgerð er best, sigur Jan Samuelsen.

Fjarviðgerð
Hann heldur, at tað í summum førum fer at bera til við fjarviðgerð, serliga við heilivági.
Umframt samtalur og at kanna børnini eru ætlanin at hjálpa til við at stovna ein foreldrabólk, og somuleiðis verður skeið hildið fyri lærarum og pedagogum fyri at gera hesi betur før fyri at síggja tað, tá okkurt bagir einum barni.
Jan Samuelsen sigur, at um áhugi eisini er norðanfjørðs fyri at koma í samband við starvsfólkini á Hejmdal, ber til at ringja ella meyla til sjúkrahúsið.
- Vit koma ikki til Føroya av tí orskøk, at her er ein marknaður. Marknaðurin er eisini stórur í Danmark, men vit halda tað vera eina spennandi uppgávu at arbeiða upp á ein annan máta, sigur Jan Samuelsen.
Tey á Hejmdal ætla sær at koma til Tvøroyrar skjótt aftur, tí tey vilja kenna viðurskiftini í Føroym væl. Tað er eisini týdningarmikið fyri tey at hava gott samstarv við kommununa fyri at vita, hvussu arbeiðast skal víðari, sigur stjórin.