Komandi føroyska grundlógin eigur at tryggja øllum rættin til lív!

Jenis av Rana
Løgtingslimur fyri Miðflokkin
????
Fólkatingslimir, fjølmiðlafólk, og seinast tvær "danskar studinur í internationalum relatiónum", viðgerða í sambandi við fosturtøkuspurningin altjóða rættindi hjá kvinnum. M.a. vísa hesi til "rættin" hjá kvinnum at ráða yvir egnum likami, og meta at Føroyar hava skyldu at undirleggja seg altjóða konventiónir, heldur enn egnar lógir, ið eru evnaðar til eftir tí, sum her á landi verður hildið vera rætt.
Uttan í hesum sambandi at viðgera krav teirra, sum má metast at vera víðgongd generalisering, loyvi eg mær at vísa til- og minna á- at í altjóða høpi eru konventiónir og yvirlýsingar, sum eru ætlaðar at verja barnið í trygga móðurlívinum. Kendastar millum slíkar eru:
Heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi( viðtikin 10 dec. 48).
Europeiska mannarættindarkonventónin( viðtikin 4. nov. 50), og
Barnarættindarkonventónin hjá S.T. ( viðt. í 89). Her verður m.a. sligið fast, at:
...barnet, som følge af sin fysiske og psykiske umodenhed, har behov for særlig beskyttelse og omsorg, herunder passende juridisk beskyttelse, både før og efter fødslen.
Hvat við hesum fyriskipanum? Kunnu vit loyva okkum at síggja burtur frá teimum?
Sjálvandi ikki.
Gævið dagurin skjótt kemur, tá hvørt føroyskt fostur verður boðið vælkomið og frá fyrsta degi fær somu rættindi okkara millum, sum tey vit føddu njóta.
Tá verða Føroyar vælsignaðar framum!
Í Sálmi 139. ørindi 16 lesa vit: .. meðan eg enn var fostur sóðu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Lat okkum á sama hátt, ið nýggju føroysku grund- ella stjórnarskipanarlógini, grundfesta fostrinum rættin til lívið- frá gitna og til náttúrligan deyða.