Kommunala íløguloftið má takast av

Íløguloftið hjá kommununum má takast av, so vit tann vegin fáa gongd á búskapin aftur, sigur fráfarandi formaður Sambandfloksins í viðmerkingum til fíggjarlógaruppskotið, sum lagt er fram

Búskapurin má fáa eitt skump fyri at knógva rætta vegin aftur. Tað kann millum annað gerast við at taka burtur íløguloftið hjá kommununum, sigur hann.
Verður íløguloftið avtikið, so kommunurnar fáa møguleika fyri at seta størri arbeiði í gongd, fer tað at hjálpa upp á búskapin og fáa hann at kvinka rætta vegin aftur, sigur Alfred Olsen.
Hann er tó greiður yvir, at ikki allar kommunurnar eru so væl fyri, at tær kunnu gera nakað stórvegis beinanveg. Men nógvar kommunur hava tann møguleikan, vísir hann á.
Hann fýlist annars á, at hallið á fíggjarlógini er ov stórt, men ber í sama andadrátti í bøtuflaka fyri partamannin, sum legði hana fram.
?Har var eingin tíð at geva av fyri at fáa rætta meira upp á hasi tølini, sigur Alfred Olsen.
Men næstu ferð verður betri, væntar hann. Nú verður farið undir at gera nýggja fíggjarlóg fyri næsta ár, og tá skal hallið burtur.
Inntøkurnar skulu hækka, sigur Alfred Olsen, og útreiðslurnar skulu haldast niðri.
Hann ásannar, at neyðugt er við ávísum útreiðslum, sum ikki slepst undan. Men haldast má aftur onkunstaðni kortini. Og inntøkurnar ætlar hann ikki at fáa frá øktum skattum og avgjøldum.
?Nei, vit skulu framleiða okkum størri inntøkur, sigur hann. Bæði við at seta fleiri arbeiði í gongd og við at menna okkara útflutning meira. Stutt og greitt at fáa meira fyri fiskin, vit útflyta, sigur hann.
Tað kann gerast við at arbeiða meira her heima, áðrenn útflutt verður, sigur hann. Vit eiga at finna nichur og selja feskt. Tí at kappast við frystum fiski klára vit neyvan, heldur Alfred Olsen.