Kommunala sjálvræðið

 Av og á hava umboð fyri politisku flokkarnar á løgtingi nortið við kommunala sjálvræðið í sínum umrøðum, og tá kann talan hava verið um mál av ymiskum slag, í hesum tíðum oft­ast mál, har fíggingin verður býtt millum land og kommunur, skrivar Lisbeth L. Petersen, løg­tingslimur

Lisbeth L. Petersen, Løgtingslimur


Tá so er, sær tann sum fylgir við skjótt eina linju føra aft­ur til politiskt endamál av onkrum slag. Við hvørt er tað ein partapolitisk hugsjón, ið livast skal upp til, og tað er ein erlig sak; við hvørt er tað lokalur áhugi, og eru grundgevingarnar góðar, er heldur onki at havast at í slíkum føri, men onkuntíð hómar tú nakað annað aftan­fyri, sum eg ikki meti eigur at krógvast burtur.
Sum fyrrverandi kommu­nalpolitikari havi eg eins og onnur eitt vakið eyga, tá tað snýr seg um at leggja mál frá landi til kommunur.

Tað ber til at flyta
Eg gangi fult inn fyri, at tað skal vera møguligt at flyta mál yvir til kommunurnar, tá semja kann gerast um tað. Hetta tænir í næstan øllum førum borgarunum best. Í alt ov langa tíð høvdu vit eina óhóskandi kommunulóg, ið var ein stór forðing fyri kommunalari menning, tí við umleið 50 kommunum, har hin størsta hevði mill­um triðing og helvtina av saml­aðu íbúgvunum í land­in­um, kundi umstøður og arbeiðsháttur ikki saman­berast. Sjálvandi vóru møgu­leik­arnir at umsita mál kommu­nalt ikki teir somu í eitt nú Tórs­havn­ar kommunu sum t.d. í Saks­un­ar kommunu, fyri bert at nevna eitt dømi.
Tá tú nú fær ánilsi um, at endamálið hjá summum landspolitikarum í dag fyrst og fremst er at fáa landsins fíggjarlóg at síggja betri út, og argumentið er skattalætti, ið skal kunna prógvast, so fara ávaringarlampurnar at blunka!
Hatta er ikki nóg gott !

Orsøkirnar ?
Nógvar orsøkir eru til at lata kommunurnar umsita al­mennar tænastur, tá tær hava orku til tess. Landið eigur at seta rammur við krøvum, ið skulu uppfyllast, so støðið verður lagt, og kunnu kommunurnar upp­fylla krøvini, eiga tær at sleppa at umsita økið, tí ein kommuna kennir oftast betri umstøðurnar og tørvin hjá sínum borgarum. Sjálvandi skal fíggjarliga ábyrgdin eisini fylgja við.
Hetta skal gerast í samráð millum land og kommunu frammanundan.
Tað er ikki kommunalt sjálvræði, um landið blandar seg uppí, og dikterar tað fíggjarliga. Er semja mill­um kommunu og land at flyta mál yvir saman við tí fígging, ið økið kostar, so er tað upp til kommununa sjálva, um hon útbyggir til­boðini til sínar borgarar. Skal landið eisini gera av, hvussu nógvan pening kommunan kann brúka, og tá sjálvandi krevja inn til sama endamál, so er tað ikki kommunalt sjálvræði!!
Landið eigur at seta eitt minstamark av almennum tænastum til borgaran, og landið eigur eisini at hava eitt ávíst eftirlit við, at kommunalur skattur veru­liga verður brúktur til tað, hann er ætlaður, men landið skal ikki steðga eini kommunu at leggja sítt egna støði, sum kommunan metir er hitt rætta, sjálvt um landspolitikarar í einum samgonguskjali hava lagt eitt fíggjarligt støði saman við sínum samgongufeløgunum egna vegna.
Veljarar í eini kommurnu hava samb. lóg valt síni um­boð, og eru tey ónøgd, so velja tey onnur umboð.
Sama er galdandi fyri lands­politikarar, tá talt verður upp eftir eitt løgtingsval! Tað eiga landspolitikarar ikki at gloyma, antin teir ella tey so eru løgtings- ella landsstýrislimir.