Tá avtornaði vóru kommunuskattainntøkurnar í 2009 2,8 prosent minni, enn árið fyri. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá TAKS. Í krónum og oyrum merkir hetta, at góðar 37.8 milliónir krónur færri komu í kommunukassarnar gjøgnum skattin í fjør.
Tilsamans gjørdist talan um 1.291 milliónir krónur, sum komu inn í kommunukassarnar, samanborið við 1.329 milliónir krónur árið fyri.
Dyggasta smeitin hevur Húsavíkar Kommuna fingið. Har var minkingin heili 14,6 prosent.
Í Tórshavnar og Klaksvíkar Kommunu minkaðu inntøkurnar lutfalsliga eins nógv, við 2,46 og 2,61 prosentum.
Størsti ? og næstan einasti ? inntøkuvøksturin var í Vágs Kommunu. Har komu 53.222 krónur fleiri í kassan í 2009 enn í 2008, ein vøkstur á 0,16 prosent.
Tann 1. januar hækkaði kommunuskattaprosentið i teimum allarflestu kommununum kring landið.