Ein steðgur er nú í rættarviðgerðini av málinum móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur í viðtalu síni.
Málið, sum byrjaði 23. januar, hevur nú vart í fimm dagar. Hesar fimm dagarnar er læknin sjálvur avhoyrdur, umframt onnur við kunnleika til læknayrki. Talan er millum annað um vegleiðarar hjá læknanum á Landssjúkrahúsinum, læknafakligar serfrøðingar úr Danmark og landslæknan. 11 av teimum 12 kvinnunum eru eisini avhoyrdar hesar dagarnar og fríggjadagin skal tólvta og seinasta kvinnan avhoyrast.
Mánadagin og týsdagin skulu fyrst ákærin og síðani verjin hjá læknanum leggja fram sínar endaligu viðmerkingar til málið, og síðani verður málið tikið upp til dóms. Rættargangslógin sigur, at dómur skal sigast innan 14 dagar.
Læknin er í einum føri ákærdur fyri at hava noytt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu við ta einu kvinnuna, meðan hann í øllum 12 førunum er ákærdur fyri blygdanarskemd. Hann er eisini ákærdur fyri at hava misnýtt sítt almenna starv.
Læknin noktar seg sekan í øllum ákærunum. Verður hann dømdur, kann hann í mesta lagi fáa fýra ára fongsulsrevsing.
Beint eftir, at ákærurnar móti kommunulæknanum vóru lisnar, setti dómarin endurgevingarbann í gildi, galdandi fyri alt rættarmálið. Undir onkrum einstøkum avhoyrum er endurgevingarbannið tó sett úr gildi. Enn er óvist, um endurgevingarbannið eisini verður í gildi, tá endaligu viðmerkingarnar hjá ákæranum og verjanum byrja mánadagin.