Kommunulæknar: Enn er langt eftir á mál

Kommunulæknarnir og Fíggjarmálaráðið sita enn við samráðingarborðið

Enn er langt eftir á mál, áðrenn nakað semingsuppskot kann leggjast fyri partarnar.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum roynir at mekla ímillum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið við tí endamáli at fáa ein nýggjan sáttmála. Sáttmálin er langt síðani útgingin, men síðani er hann longdur í eina viku, men hon er farin í dag.

 

Partarnir hava samráðst í dag og seinnapartin sendi semingsmaðurin partarnar hvør til sítt at viðgera nøkur viðurskifti hann hevði biðið teir hugsað um.


Samráðingarnar skuldu takast upp aftur nú klokkan 20, men tá ið vit spurdu semingsmannin um nakað semingsuppskot er veg, svaraði hann stutt og greitt: Nei tað er langt frá.