Kommunurnar skulu ikki yvirtaka nakað, sum landið hevur ábyrgduna av

Uppgávurnar eru greiðar, kommunurnar hava átikið sær ábyrgduna av barnaansing og gera sjálvar av um tær vilja gera nakað við barnaansingarøkið.
Landið hevur einsamalt ábyrgduna av allari eldraansing og ger sjálvt av, hvussu nógv tað vil gera við eldraøkið
Landið tvingar kommunurnar til barnaansing
Landstýrismaðurin í hesum málum skal vegna landið spara pengar og er nú við at gera lóg um, at kommunurnar skulu gjalda til foreldur, sum ikki kunna fara út og arbeiða vegna vantandi barnaansing
Við hesari lóg tvingar landið kommunurnar til at syrgja fyri, at barnaansingin er nøktandi hjá øllum kommunum.
Kommunurnar mugu tvinga landið til at nøkta ansingina á eldraøkiðnum.
Sum sagt eru uppgávurnar greiðar, landið hevur alla ábyrgduna av eldraøkinum, men sum øll vita so hevur landið slett ikki nøkta tørvin og hevur tvinga kommunurnar til at bygt sambýlir o.a., við einki at gera
Tá ið landið nú tvingar kommunurnar til at byggja barnaansingarpláss, má tað verða ein sjálvfylgja, at landið byggjur ansingarpláss til tey eldru sum ikki klára seg sjálvan, hervið fáa kommunurnar eisini ráð til at byggja barnaansingarpláss, tí tær sleppa undan at byggja sambýlir, røktarheim o.a., sum tær ikki hava ábyrgduna av.
Kommunurnar gjalda
Tey fólkavaldu lóggeva soleiðis, at kommunurnar koma at gjalda rokningar hjá landinum tí landið manglar pengar og tað eru nógv dømi um hetta t.d.
?FAS- skatturin hækkar
?Botnfrádrátturin hækkar
?Rentufrádrátturin
?Barnaverndurnar
?Vantandi barnaansing
Tað er eingin avtala, sum er eftirfarandi, um at landið afturrindar kommununum nakað sum helst.
Greið avtala
Uppgávubýti millum land og kommunurnur er greitt á barnaansingar og eldraøkinum, tann einasti sum skal halda avtaluna er landið.