Kommunustjórin í Tórshavnmar kommunu skrivar, at Dimmalætting ber skeivan boðskap

Ì lesarabrævi tann 22, februar 2007 skrivar Jens Marius Poulsen, kommunustjóri, at blaðmaðurin á Dimmalætting, Heini Gaard, ber skeivan boðskap um keypið av skrivstovubyggninginum við Fr. Petersensgøtu

Men eg spyrji bara, segði kommunustjórin satt ella ósatt, tá hann upplýsti fíggjarnevndini, at tað kom at kosta 200-300 túsund krónur so at byggningurin var klárur at taka í brúk hjá kommununi.

 

À fíggjarnevndarfundi tann 18, apríl 2007 varð eitt av málunum, um kommunan skuldi keypa ella leiga skrivstovu bygningin við Fr. Petersensgøtu.

 

Kommunustjórin, Jens Marius Poulsen segði tá, at hølisviðurskiftini hjá umsitingini vóru út av lagi vánalig, og at málið, um at keypa bygningin við Fr. Petersensgøtu hevði stóran skund. Ein meiriluti í fíggjarnevndini mælti tí býráðnum til at keypa byggningin fyri 7.mill. krónir. Tann 23, apríl kom málið fyri býráðið, har keypið varð einmælt samtykt - tíverri.

 

Grundin til at byggningurin varð keyptur, var tí at kommunustjórin segði, at tað kostaði ca. 200-300 túsund krónur at fríska byggningin upp, so at hann var klárur at taka í brúk. Hann segði eisini, at keypi hevði skund, tí tronga støðan í býráðnum var katastrofal. Tað er nú eitt ár síðani, og enn er byggningurin ikki tikin í brúk.

 

Eyka fíggjarnevndarfundur var tann 1. februar 2008, har biðið bleiv um knappar 3 mill. Krónur til at gera byggningin kláran. Nú var kostnaðurin 10 ferðir meir enn hvat kommunustjórin hevði upplýst fyri fíggjarnevndini.

 

Kommunustjórin skrivar eisini í lesarabrævinum, at ongir pengar eru brúktir til at ummvæla byggningin. Tað er rætt, men hann gloymir at skriva, at kommunan hevur brúkt um 100 túsund krónur til at gera eitt projekt til ummvæling av húsinum, eitt prosjekt, sum fíggjarnevndin ikki hevði biðið um.

 

Seinast í brævinum skrivar kommunustjórin: ”tað stendur einum hvørjum greitt, eisini býráðslimum, at skulu høli, sum flutt verða úr, takast aftur í nýtslu, er neyðugt við ávísum ábótum.”

 

Tað vita allir býráðslimir, men tá kommunustjórin, við einari stórari ummsiting undir sær, sigur at tað er nokk at brúka 2-300 túsund krónur til ummvælingina, so tóku býráðslimir tað fyri góða vøru, men so varð ikki.