í Vági tykist áhugin fyri kommunuvalinum at vera stórur.
Og óivað er eisini spenningur í, og kapping um teir 9 sessirnar í Vágs Býrað. Tað eru nevniliga 4 av teimum, sum hava sitið, ið hava gjørt av, at tey stilla ikki uppaftur. Sostatt skal í hvussu er nærum helmingurin av sessunum mannast av nýggjum.
Tað eru 3 listar til kommunuval í Vági, Listi B er sambandslistin, listi C er javnaðarlistin og lisiti E er tjóðveldislistin.
Til valið í 2016 fekk listi B tveir sessir, listi C fekk 3 sessir og lisiti E fekk 4 sessir. Listi C og E gjørdu samgongu við Dennis Holm av lista E sum borgarstjóra.
Í valhølinum, sum er í Vágs Skúla, kundi Bogi Mortensen klokkan 16 í dag siga, at valluttøkan er stór.
Í 2016 høvdu 474 fólk verið á vali, men klokkan 16 í dag høvdi nærum 100 fleiri verið á vali, nevniliga 570 fólk.
Í 2016 høvdu 1014 fólk valrætt og í 2020 hava 1034 fólk valrætt í Vági.
Endaliga valluttøkan í 2016 var 88,1%, og Bogi Mortensen, valstýrislimur, og Mannbjørn Tausen, valstýrisformaður, vænta nøkulunda somu valluttøku í dag.
Á myndini síggjast Mannbjørn Tausen, Bogi Mortensen og Kitty Leo. Umframt tey eru Lív Godtfred og Ebba Vágsheim í valstýrinum. Varalimir eru Gudmund Larsen og Majken Sandá.