Vit hava to fingið áheitan um at stilla upp politiskt, men vit meina, at tíðin ikki er búgvin enn í Miðvági til politiskar listar.
Tað, ið okkara listi stendur fyri, er fyrst og fremst trivnað fyri øll í kommununi. Millum annað síggja vit tað sum ein stóran tørv at fáa sambýli og vardar íbúðir til tey, sum treingja.
Av tí at vit báðar arbeiða á »Ellisheiminum« vita vit, at tørvurin er stórur.
Tað sum ræður um er, at gera tað so liviligt sum til ber hjá øllum borgarum, ungum sum eldri.
Hesi eru uppstillað á listanum: Inna Nattestad, Lydia Laksafoss, Johannes Dam Hansen, Jógvan Hans Hansen, Hansia Hansen Thomassen.
Heilsan
Inna og Lydia