Arbeiðið at bora vatnsavningartunnil frá Norðskála og suður ímóti Selatrað varð av álvara tikið upp aftur í síðstu viku, eftir summarsteðgin.
Burtursæð frá steðginum fyrr í ár, tá borurin var til umvælingar vegna skaða, hevur arbeiðið sum heild gingið eftir ætlan.
Higartil eru 4,4 km boraðir av tí 8,4 km langa tunlinum millum Skálá og Blásenda, síðani fyrsta skotið varð latið av 9. september í fjør.
Eiði 2 Suður Samtakið, ið stendur fyri arbeiðnum, væntar framvegis, at tunnilin verður liðugur til jóla næsta ár. Hann skal annars sambært byggisáttmálanum ikki latast SEV fyrrenn í februar/mars 2013, verður upplýst á heimasíðuni hjá SEV.
Byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen mynda Eiði 2 Suður Samtakið, sum eisini stóð fyri Eiði 2 Norður verkætlanin, ið var liðug fyri tveimum árum síðani og sum snúði seg um at gera tunnil úr Svínáum til Norðskála.
Eiði 2 verkætlanin, ið er mett at kosta umleið 250 mió. kr. tilsamans, fer at økja um framleiðsluna hjá Eiðisverkinum við umleið 16 mió. kilowatt-tímum. Sum er liggur framleiðslan um 40 mió. kWh um árið.