Kompetent leiðsla ? tilvildarlig maktnýtsla

Landsverkfrøðingurin er koyrdur frá. Stovnurin skal umskipast. Strandferðslustjórin er settur sum stjóri fyri Landsverkfrøðinginum eisini. Strandferðslustjórin hevur prógvað, at hann er førur fyri at spara pengar og skipa ein effektivan stovn, sigur Finnbogi Arge.

Strandferðslustjórin hevur verið stjóri í eitt ár. Henning Jacobsen hevur verið stjóri í 10 ár. Meðan Henning Jacobsen hevur verið landsverkfrøðingur, er virksemið minkað úr 595 mió. kr. (1988) til 100 mió. kr. (1996) ? sparingar við lít, og tað uttan at tænastustøðið fyri tann einstaka ferðandi eftir vegnum er versnað, og uttan at eitt orð hevur verið at hoyrt av mótmælum frá starvsfólkabólkum. Hetta talar fyri seg um dugnaliga leiðslu og eitt sera væl skipað arbeiði!

Tað tykist at vera tekin um vánaligt yvirlit, tá ið landsstýrismaðurin heldur seg kunna fara undir eina effektivisering av arbeiðinum hjá Landsverkfrøðinginum við at siga tann stjóran, sum hevur leitt stovnin til lítar í 10 ár, úr starvi.

Tað tykist at vera tekin um villleiðandi ráðgeving, tá ið landsstýrismaðurin heldur, at privatiseringar av tekniskum uppgávum verða betur framdar undir leiðslu av einum óroyndum búskaparfrøðingi enn undir leiðslu av einum vælroyndum verkfrøðingi. Og ein kann ivast um dygdina og tað neyðuga í prátinum um privatisering, tá ið havt verður í huga, at Landsverkfrøðingurin í 1996 nýtti meira enn helvtina av umsetninginum hjá sær til eksternar vørur, tænastur og MVG.

Henning Jacobsen og fólk frá Landsverkfrøðinginum hava havt meiningar um umskipan av landsumsitingini, ikki tær somu sum landsstýrið annars. Nú man prísurin skula gjaldast. Tann, ið talar ímóti, skal burtur. Ein óhugnalig framtíð fyri framburð og menning í almennu umsitingini, tá ið tann ovasta leiðslan í aðalstýri ikki hættar sær undir at viðgera atfinningar við sakligum orsøkum, men við makt kveistrar atfinnaran burtur.

Tað tykist sum »umskipingin« av Landsverkfrøðinginum er eitt ósodnað hugskot hjá einum landsstýrismanni, sum í hondunum hjá einum aðalstjóra er vorðið ein kærkomin undanførsla at sleppa sær av við ein stovnsleiðara, sum við síni kompetentu leiðslu er vorðin honum ein hóttan.

Vinnumálastýrið er nýliga skipað, hevur ikki fingið sítt skap enn og hevur onga umsitingarliga traditión at byggja sítt virki á ? tann barlastin, sum er neyðug fyri at halda skipinum á rættkjøl gjøgnum skiftandi tíðir og politiskt veðurlag ? tá mátti tað verið umráðandi at bygt á tað verandi. Í Føroyum eru vit knapt 45.000 fólk. Hava vit ráð at tveita burtur drúgvar royndir hjá dugnaligum starvsfólki? Hava vit ráð at fara undir umskipan av vælvirkandi stovnum við støði í tilvild? Tað eru so mangar aðrar uppgávur, ið eru óloystar.

Er tað so, at vinnumála-stýrið, fyri at káva út yvir tað óloysta, leggur seg út í tað, sum virkar? Ella er tað bert tann vantandi førleikin, tær vantandi royndirnar, ið hevur við sær, at Vinnumálastýrið ikki er ført fyri at finna uppgávurnar av sær sjálvum, men noyðist at fara at vevja seg upp í tað, sum onnur frammanundan taka sær av til lítar, fyri at fáa arbeiðsdagin at ganga og fyri at prógva, at tað hevur rætt at vera til? Tað er so nógv lættari at kollvelta tað verandi, enn at velta upp úr nýggjum.

Tað er sjálvsagt, at ovasta leiðslan má hava eina makt, ið samsvarar við ta ábyrgd, hon hevur. Eins sjálvsagt er, at leiðslan má hava ein førleika at standa við ábyrgdini og gera sær greitt, hvar hon kann leita sær tann førleika, hon ikki sjálv beinleiðis situr inni við.

Virkar leiðslan ikki við støði í fakligum kunnleika, fíggjarligum karmum og sakligari viðgerð, verður hon bert til tilvildarliga maktnýtslu.

Fremsta ábyrgdin hjá landsstýrismanninum skuldi verið at tryggja sær, at kósin á skútuni verður tann rætta, og at virka fyri at byrurin verður góður, heldur enn at tveita barlastina fyri borð og at skræða seglini.


Dan R. Petersen,

tingmaður