Komu í neyð av kúlubøku

Tríggir hálendskir stuttleikafiskarar komu í neyð av eini kúlubøku við oynna Kvisterø í Norra, tann stóra kúlubøkan royndi at søkka bát teirra, skrivar www.vg.no ?Fyrst hildu tey, at kúlubøkan hevði hug at spæla við bátin, men skjótt sóðu tey, at her var vandi á ferð,? segði Ellie Steenbeck frá Kvisterø Kystcamping tið vg.no.

Ellie Steenbeck tók ímóti teimum ræddu stuttleikafiskarunum, tá teir komu aftur til lands.

Kúlubøkan byrjaði við at spæla sær í vatnskorpuni eitt sindur burtur frá bátinum, men skjótt kom hon nær og gjørdist nøsk við bátin.

Hon kom so nær, at tað var bara talan um centimetrar frá bátinum. Hon var einar 12 metrar til longdar.

?Hevði hon rakt bátin, vóru vit ikki her?, søgdu hálendingarnir.

Báturin fyltist við sjógv av blámanum frá kúlubøkuni, men teir fingu oyst, og komu úr allari neyðini til lands - í øllum góðum.