Konan fann mær nýtt slips

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum

Hvat er tað besta við, at tað er val?

- Stemningur undan valinum. Í valstríðnum er tað hugaligt at uppliva, at fólk veruliga arbeiða fyri eini felags søk.


Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?

- Tað veit eg ikki. Eg royni sum frægast, men eg vil ikki gita nakað. Tað er blivið enn verri at meta um hetta, nú vit hava fingið eitt valdømi.


Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin?

- Um vit fáa sama tal av tinglimum, sum vit hava nú, so eri eg nøgdur. Fáa vit fleiri, so hevði tað verið fantastiskt.


Hvat etur tú valkvøldið?

- Eg havi ongar traditiónir valkvøldið. Vit fáa smyrjibreyð, føroyskan mat ella okkurt annað.


Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?

- Hurðin hjá mær er altíð opin, og tey, sum koma á vitjan, skulu ikki fara svang ella tyst út aftur.


Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið?

- Konan hevur funnið mær eitt nýtt slips, og fleiri hava viðmerkt, hvussu pent slipsið er.


Hevur tú verið hjá frisør?

- Ja, eg plagi at fáa systur mína, sum er frisør, at klippa mær.


Hvør er tað stuttligasta valevnið?

- Nógv av valevnunum eru stuttligt – duga væl at práta og skemta – men eg vil ikki nevna nakran ávísan.


Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?

- Umleið 20.000 krónur.


Hvør verður løgmaður eftir valið?

- Valúrslitið fær sjálvandi ávirkan á tað, og tað er vónleyst at gita.