Krani og lastbilar verða standandi uttan fyri dyrnar á flakavirkinum so leingi kongafiskalinjan ikki verður flutt longur inn á gólvið á virkinum. Ikki fyrr enn Fiskavirking vísir, at ætlanirnar at flyta linjuna eru sleptar, verða bilar og krani flutt.
Tað sigur formaður í Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen.
Hann skjýtur nú upp, at P/F Føroya Fiskavirking í staðin flytir kongafiskalinjurnar á flakavirkinum á Tvøroyri suður til Vágs.
Fyri nøkrum árum síðani vórðu íløgur gjørdar fyri millum tvær og tríggjar milliónir krónur í flakavirkið í Vági. Hetta vóru íløgur, sum burtur av vórðu framdar til kongafiskaarbeiði. Millum annað varð ein frystitunnil keyptur til endamálið, sigur Kári Jacobsen.
Tí heldur hann tað vera so líkatil, at Fiskavirking virkar kongafiskin í Vági.
Umhugsar borgara-fund um sjálvtekt
Stjórin á Fiskavirking ynskir onga viðmerking at gera til uppskotið hjá Kára Jacobsen. Hann sigur kortini, at øll eru væl komin við góðum hugskotum.
Áhugaverdari heldur Jákup Mørkøre spurningin um sjálvtekt vera. Í hesum sambandi umhugsar hann at skipa fyri einum boragarafundi í Vági.
Eg havi onga endaliga støðu tikið til, um vit veruliga skulu skipa fyri borgarafundi. Men hinvegin haldi eg spurningin um sjálvtekt vera so mikið áhugaverdan, at tað kundi verið áhugavert at tosa um hann á einum fjølbroyttum fundi, sigur Jákup Mørkøre.
Hann heldur, at á einum slíkum fundi kundi t.d. Bjørn á Heygum, formaður í Rættarnevndini, verið við. Hann kundi tosa um Føroyar sum rættarsamfelag, og um hvussu trygd kann veitast fyri, hvussu vit eisini framyvir tryggja rættarsamfelagið.
Politivaldið kundi eisini verið umboðað á einum slíkum fundi. Teir kundu t.d. tikið dømir um sjálvtekt í øðrum londum. Vit kundu fingið onkran av prefessarum okkara at tosa um gomlu føroysku mentanina, frá miðøld og frameftir, og so áttu vit at havt politikarar úr Suðuroy við, sigur stjórin í P/F Føroya Fiskavirking.
Hann leggur aftrat, at kanska kundi føroyski biskupurin eisini tosa eitt sindur um 9.- og 10. boð. Hetta við ikki at gyrnast næstan...
Samstarv
Jákup Mørkøre heldur, at endamálið við einum borgarafundi átti at verið at fingið greitt, hvat tú kanst og hvat tú ikki kanst í føroyska samfelagnum.
Men høvuðsendamálið má vera, sakliga og virðiliga at tosa um, hvussu vit best tryggja Suðuroynni arbeiði. Hvussu vit saman kunnu fáa besta úrslitið, sigur Jákup Mørkøre.
Hann heldur eisini, at áhugavert kundi verið at fingið orðaskifti í bløðum, útvarpi og sjónvarpi, um hetta við sjálvtekt (sjálvtekt: tú tekur lógina í egnar hendur, blðm.)
Formaðurin í Framtíðini vil onga viðmerking gera til tað, Jákup Mørkøre rópar sjálvtekt.