Kongalig vitjan í Kagganum, í Atlantis og á Kambsdali

Tá The Royal Highness fara á pallin í Kagganum í kvøld saman við The Dreams, verður talan um eina heilt serliga tónleikauppliving

Myndatekstur: The Royal Highness búgva í Norðurlandahúsinum, ið teir halda vera eini fantastisk hús og vóna onkuntíð at sleppa at spæla har
 
 
FO/DK konsertferð
 
Danski rokkbólkurin The Royal Highness kom til Føroyar í gjár. Í kvøld, í annað kvøld og leygarkvøldið spæla teir konsertir saman við The Dreams. Konsertferðin er liður í konsertrøðini FO-DK Konsertferðir, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT og donsku tónleikafeløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund.
The Royal Higness er ein rættiliga nýggjur bólkur við einans einum ári á baki, men bólkurin er longu byrjaður at fáa  áhugaverd sambond í USA og Bretlandi. Eg fekk orð á bassleikaran í The Royal Highness, Thomas Broge-Starck, aftan á at bólkurin hevði havt ljóðroynd í Kagganum har fyrsta konsertin verður í kvøld.
 
Júst afturkomnir úr USA
Bólkurin er júst komin aftur úr USA, har teir vórðu sera væl móttiknir. Í USA tóku tey sera væl ímóti okkum, millum annað tí okkara tónleikur hevur fingið íblástur frá amerikanskum rokki frá 70-unum, og tað er eftir øllum at døma, nakað tey leingjast eftir at hoyra har yviri. Í USA hevur rákið annars verið, at tey flestu har royna at spæla evropeiskan rokk, sigur Thomas.
 
Danir vilja til Føroyar
Eg spurdi um, hví ein bólkur, ið arbeiðir við at sláa ígjøgnum í USA og Bretlandi, velur at fara til Føroyar at spæla. Thomas segði, at hann væntar, at flestu danir fegin vilja sleppa til Føroyar, tí ein hoyrir so nógv gott um Føroyar og føroyingar. Men tá charterferðin skal keypast, so liggur leiðin vanliga suðureftir. Tí sóu teir í The Royal Highness hetta sum ein góðan møguleika at uppliva Føroyar. Teir gjørdust varðir við møguleikan í einum tíðindabrævi frá Dansk Artistforbund, og ivaðust onga løtu í at søkja um at luttaka. Hetta er eisini ein møguleiki hjá okkum at sleppa at spæla, og vit eru so nýggir, at okkum tørvar tær royndir vit kunnu fáa. Hetta er sjálvandi eisini ein háttur at sleppa inn á føroyska marknaðin, ið slettis ikki kennir okkum.
 
Ein annar nærleiki
Í Danmark spælir bólkurin á størri og minni spælistøðum alla tíðina, t.d. á einum stórum klubba í Keypmannahavn fríggjakvøld og á eini lítlari barr í Jútlandi leygarkvøld. Fyri umleið einum hálvum ári síðan spældu teir bara í støðum á stødd við Kaggan, og persónliga dámar Thomasi væl at standa so tætt við áskoðararnar og aftan á at standa í barrini og práta við fólk. Hetta gevur ein nærleika, ið tú ikki fært á stóru støðunum.
 
Ein serlig uppliving
Konsertin í Kagganum verður als ikki, sum konsertirnar í USA. Ì USA var talan um sýnisglugga konsertir, har tónleikaídnaðurin var umboðaður. Tí spældu teir øll tey mest útvarpsvinarligu løgini á teimum tiltøkunum. Í Kagganum verður í nógv størri mun talan um eina persónliga konsert. Her fáa vit høvið at spæla, sum okkum dámar best við improvisatiónum og ymiskum stuttligum. Tí verður konsertin ein heilt serlig uppliving. Við sær hava teir egnan ljóð- og ljósmann, og hetta tryggjar, at teir verða ljóðblandaðir á rættan hátt. Konsertin í Kagganum er somuleiðis fyrsta konsertin hjá nýggja gittarleikaranum Fridthjoff, og tað er í sjálvum sær spennandi.
 
Úr norskum punki
Nýggi gittarleikari Fridthjoff er júst komin upp í bólkin. Teir hava í eina tíð havt ætlanir um at fáa ein gittarleikara afturat. Hetta so at sangarin kann brúka meira orku upp á sangin, uttan at skula hugsa um at spæla allar gittarleiklutir. Teir hava tó ikki funnið rætta mannin fyrr enn nú. Teir kendu ikki Fridthjoff persónliga, men høvdu hoyrt norska punkbólkin hjá honum Span í útvarpinum. Tá boðini bórust herfyri, at Span vóru givnir, ringdu teir til Fridthjoff, ið játtaði at luttaka.
 
Í mjørka og regni
Thomas greiddi frá, at teir høvdu leigað ein bil á flogvøllinum, og koyrdu sjálvir til Havnar, men mjørki og illveður gjørdu sítt til at útsýnið ikki var serliga gott. Men alíkavæl helt hann føroysku náttúruna vera sera stórsligna og vakra. Hann var eisini sera bergtikin av Norðurlandahúsinum, har bólkurin býr, meðan hann er í Føroyum. Hetta eru eini fantastisk hús sigur hann, og vónar ein dag at sleppa at spæla í frálíku hølunum.
 
Kennir okkurt til føroyskan tónleik
Vit vænta okkum nakrar feitar konsertir saman við The Dreams, sigur Thomas, ið er eitt sindur yvirraskaður av tónleikastílinum hjá The Dreams, ið hann júst hevur hoyrt eina løtu í ljóðroyndini. Hann hevði vænta meira reindyrkaðan punk, og ikki tann nýggja poppunkin, ið bólkar sum Green Day, Blink 182, Sum 41 og altso eisini the Dreams spæla. Thomas er annars ikki heilt eiðasørur, tá talan er um føroyskan tónleik. Hann arbeiðir á einum donskum plátufelagi, ið hevur givið onkra fløgu við Eivør út. Harumframt kennir hann tónleikin hjá Teiti.
 
Tríggjar konsertir
Konsertirnar við The Royal Highness og The Dreams vera í Kagganum hóskvøldið kl. 20, Atlantis fríggjakvøldið kl. 19, og í Ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið kl. 23.30. Í Kambsdali spæla eisini Páll Finnur Páll, og aftaná leggur DJ Switch tónleikin á. Tann konsertin er samskipað saman við Showtime Sound Lightning.