Tíðindaskriv
Føroyingar kunnu gleða seg til eina stórsligna uppliving, tá ið Kongaliga Ballettin fyrst í juni mánaði vitjar í Norðurlandahúsinum við bæði klassiskum og modernaðum perlum.
Fyri Kongaligu Ballettina er tað altíð okkurt heilt serligt at fara á rundferð. Ikki bert tí, at tað er ein stórur heiður at sýna sína list fyri áskoðarum, sum ikki vanliga vitja Kongaliga Teatrið. Tað er eisini okkurt heilt serstakt at fara úr teimum tryggu kørmunum á Kongens Nytorv út í heim.
Á skránni vera tvey verk, sum hava fingið bestu ummælini hetta leikárið:
10 to Hyper eftir Jorma Elo úr Finnlandi varð sera væl fagnað av ummællarunum, tá ið verkið hevði heimspremieru á heysti 2006. Verkið er ein erotisk og kraftmikil pas de deux – ein dansur fyri ein mann og eina kvinnu – í svørtum, skyggjandi búnum, við tónleiki eftir Mozart.
Hitt nýggja verkið, Dancing on the Front Porch of Heaven, varð frumsýnt í Danmark í februar 2007. Ulysses Dove, sáli, skrivaði verkið at heiðra sín góða vinmann, enska tónaskaldið Benjamin Britten, stutt eftir deyða hansara.
August de Bournonville er størsta útflutningsvøran í danskari ballett. Hansara ballettir verða framførdar um allan heim, og Føroyar og Grønland skulu sjálvandi uppliva verk eftir stóra danska koreografin. Umframt huglætta og vakra verkið Blomsterfesten i Genzano fáa áskoðararnir eisini høvi at uppliva 3. part úr Napoli.