Heðin Mortensen, borgjarstjóri í Havn, er sjokkeraður av Anniku Olsen og Boga Andreasen.
– Vit gjørdu eina greiða avtalu í nátt, og vit hava sitið og samráðst í allan dag. Vit hava býtt nevndarsessir ímillum okkum. Og nú, tá vit eru komin á mál, boðar Annika Olsen brádliga frá, at hon fer at skipa samgongu saman við Tjóðveldinum, sigur Heðin Mortensen.
Hann hevur ikki orð fyri, hvussu sviknan hann kennir seg.
So seint sum í Degi og Viku í kvøld fyri løtu síðani fagnaði hon samstarvinum og vísti á, at borgarstjórin hevði fingið fólksins álit, og at tað mátti virðast.
– Tað er bara ein spurningur um at gerast borgarstjóri. Alt sum tey fáa í hasi samgonguni, høvdu tey eisini fingið hjá okkum, sigur Heðin Mortensen, og leggur afturat, at Bogi Andreassen eisini hevði kunna fingið væl lønta nevndarsessin í SEV stýrinum øll fýra árini, um tað var tað, sum var avgerandi.
Heðin Mortensen heldur, at tá hann hevur fingið fólksins stuðul fyri triðju ferð á rað sum borgarstjóri, so átti Fólkaflokkurin eisini at virt tað.
Heðin Mortensen fekk 2.507 atkvøður. Annika Olsen fekk 332.
Nýggja samgongan, sum nú er í umbúna, verður millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum hevur sjey býráðslimir.