Kongurin situr enn á trúnuni

Talan gjørdist ikki um farvæl til Zinedine Zidane týskvøldið. Franski bóltsnillingurin var í topp-formi, tá Spania varð sent heim við 3-1 tapi í sekkinum

HM-fótbóltur

Skuldi hetta verða seinasti dysturin hjá Zidane. Tað var stóri spurningurin, tá Frakland í gjárkvøldi skuldi takast við Spania í seinastu av teimum átta 1/8-finalunum.
Bóltsnillingurin, sum vaks í í Marseille, men sum hevur røtur úr Algier, hevur  mest sum uttan samanbering  verið mest gávaði spælarin í heiminum seinasta tíggjuára-skeiðið.
Tað skerst tó ikki burtur, at sjálvt ikki Zidane hevur kunnað kávað útyvir, at franska liðið, har flestu spælararnir eru bæði HM- og EM-vinnarar, hevur verið nakað slitið seinnu árini. Tað var heldur ikki meira enn akkurát, at liðið vann seg víðari úr innleiðandi bólkuknum, og tá teir gjørdust nummar tvey í hesum, gjørdist tað Spania  og ikki Ukraina  sum gjørdist mótstøðuliðið í 1/8-finaluni.

Søgan móti Spania
Hóast Spania var mest sum flúgvandi í bólkaspælinum, so mundu fraklendingar ikki hava stórvegis ímóti, at talan gjørdist um spanska mótstøðu. Hóast landið í fleiri áratíggjur hevur átt nøkur av sterkastu fótbóltsliðunum í Europa, so hevur tað mest sum hvørja ferð kiksað, tá Spania hevur verið í endaspæli. Hartil kann so eisini leggjast tann sannroynd, at undan týskvøldinum hevði Frakland ongan tíð tapt fyri Spania í einum týdningarmiklum fótbóltslandsdysti, so tað kann væl vera, at sponsku stjørnurnar í so máta hava kent eitt lítið kompleks mótvegis grannunum hinumegin Pyruæurnar.
Søgan tóktist tó muna lítið fyrstu longu løtuna av dystinum. Heldur tóktist talan vera um enn eina ábending um, at Frakland hevur trupulleikar við at finna meskarnar, tá á stendur. Um miðjan hálvleikin misnýtti Vieira, tá Zidane við einum Laudrup-lyfti sendi Henry avstað í høgru. Og tá Spania seinni fekk brotsspark, tóktust marginalarnir at sveiggja spanska vegin. Talan var kanska um eitt av teimum minnu brotsspørkunum, men líka legði David Villa í, tá hann langaði bóltin út við stólparótina.

Nýggja lotið og gamla gardan
Spanska málið noyddi Frakland fram á vøllin at trýsta mótstøðuna, og teir vunnu sær eisini greiða yvirvág. Eitt framúr einmansavrik frá Ribery skuldi til, áðrenn javnleikur kom á talvuna, og tí var alt opið, tá seinni hálvleikur byrjaði.
Opna støðan hevði við sær, at spælið aftur gjørdist meira taktiskt, men kortini gav hetta Zidane høvið at ganda nakrar ferðir afturat. Snøgt sagt, so tóktist formurin nærum vera á somu hæddum, sum hann var í stórlætisdøgunum fyri fýra-fimm árum síðani. Ferðin var kanska ikki heilt tann sama, men driblingarnar og yvirblikkið vóru framúr, og enn einaferð var hann nær við at leggja upp til franska skoring, men lobbið frá Malouda gjørdist akkurát ov stutt.
Zizou átti tó sín part, tá Frakland loksins kom aftur á talvuna. Tað var frísparksinnlegg frá hansara fótum, sum førdi til málið, sum Vieira stútaði í kassan. Og so slapp franski kongurin at seta eitt flott punktum sjálvur. Spania satsaði alt seinastu løtuna, og í einum kontra varð Zidane sendur avstað í vinstru. Hann sneiddi inn í brotsteigin. Skotfintaði Pyuol á endan og sendi so ískaldur bóltin í kassan. 3-1 til Frakland, sum soleiðis er klárt til fjórðingsfinalu móti Brasil. Ein dystur, sum eisini væl kann staðfesta arvaskiftið á fótbóltstoppinum, tá Zidane og Ronaldinho hvør í sínum lagi skulu leiða sítt lið.
Men tað er ein onnur søga. Týskvøldið kundi fótbóltsheimurin fegnast um, at vit fáa enn ein møguleika at síggja Zinedine Zidane á vølli í altjóða dysti.

Spania-Frakland 1-3 (1-1)
1-0: D. Villa (br.), 28.
1-1: F. Ribery, 41.
2-1: P. Vieira, 83.
3-1: Z. Zidane, 90.