Konsertir hvønn dag hjá Tutl

Hvønn dag í juli verða konsertir hjá Tutl. Tó ikki sunnudagar. Síðani Tutl lat upp í nýumvældum hølum flaggdagin, hava verið umleið 35 ókeypis konsertir á Káta Horninum.

 

Allan juli mánaða verða konsertir hvønn gerandisdag kl.16.

leygardagar verða fleiri konsertir á skránni.

Tey ið framføra eru tónleikarar, ið ynskja at promovera sín tónleik.

Ein av komandi døgunum verður skráin fyri allan mánaðin kunngjørd.

Stórur áhugi er at spæla, tó, so er skráin ikki full enn.

 

Skráin komandi dagarnar:

Fríggjadagin 3.juli kl.16 - Agnar Lamhauge (kontrabass) og Janus Kampmann (gittar) verk eftir Lamhauge og Bach

 

Leygardagin 4. juli kl.15 - Vokalensemblet GLAS traditionel verk

Kl.16 - Francesco Benozzo (Harpu)

Kl.17 - Lær at brúka ?Mit koda? Kristian Blak greiðir frá.

 

 

Barnahjartafløga

Jensina spælir løg frá nýggju barnafløguni ?Barnahjarta? á barnafestivalinum. Fríggjadagin 10.juli kl.15 verður útgávukonsert í Tutl á Káta Horninum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.