Tíðindaskriv
Sigurður Flosason hevur síðan fyrst í áttati-árunum verði mest brúkti saxofonleikarin í Íslandi og er hann at finna á óteljandi íslendskum innspælingum, umframt at hann hevur givið nógvar fløgur út í egnum navni.
Sigurður er ein tónleikari sum ferðast innan nógv tónleikasløg, og hevur hann tí ein sera víttfevnandi stíl at byggja sítt spæl á. Hetta kemur teimum tilgóðar í TRISFO, har tónleikurin er nógv merktur av hvørjum einkultum tónleikara.
Kjartan Valdemarsson er eisini ein av teimum fremstu tónleikarunum í Íslandi, og hevur hann eisini verið at finna í mongum íslendskum bólkum, bæði innan rock og jazz. Fyriuttan at verða ein dugnaligur klaverspælari, er Kjartan eisini kendur fyri sínar tilrættleggjingar fyri orkestur. Seinast hava vit her í Føroyum á konsert í Norðurlandahúsinum, hoyrt tilrættaleggjingarnar hann hevði gjørt til Eivør Pálsdóttir og íslendska KASA-hópin,.
Edvard Nyholm Debess hevur nú í áravís verðið ein av teim føroysku tónleikarunum sum hava lita okkum tónleikalívið.
Hetta hevur hann í stóran mun gjørt við sínum kontrabasspæli, men hevur hann eisini lagt tilrættis fleiri minniríkar konsertir og tónleikatiltøk. Fyriuttan at hava spælt við flestu føroysku tónleikarum, hevur Edvard eisini spælt saman við mongum útlendskum tónleikarum, bæði her og úti í heimi.
TRISFO er ein av norðurlendsku samstarvunum hann er við í.
TRISFO spælir tríggjar konsertir á Summartónum í ár, og kunnu fólk vænta sær fjølbroyttan jazztónleik, har samanspælið millum teir tríggjar er tað sum berir tónleikin..
Bólkurin TRISFO hevur fingið sera góð viðmæli har hann hevur spælt, og fara teir eisini at spæla inn fløgu meðan teir eru í Føroyum.
Manningin er:
Sigurður Flosason, saxofon
Kjartan Valdemarsson, klaver
Edvard Nyholm Debess, kontrabass.
Konsertirnar verða í :
REX, Tórshavn
Hóskvøld 16.06,
kl.21.00
Klæmintsgjógv (Norðlýsið)
Fríggjadag 17.06,
kl. 17.00 - 23.00
Havnar Kirkju
Leygardag 18.06,
kl.11.30