Kontantstuðulin er dýrari fyri samfelagið

- Tað verður dýrari fyri mammur at koma út á arbeiðsmarknaðin, og tað verður dýrari jú fleiri børn. Skipanin førir við sær, at mammurnar vera meiri saman við børnunum, men samstundis førir tað við sær, at páparnir fara at verða minni saman við børnum teirra, sigur Heri Joensen, cand. scient. oecon. og pápi at tveimum børnum í viðmerking til kontantstuðulin, sum Tórshavnar býráð hevur sett í verk.

Tórshavnar kommuna hevur sett í gildi eina skipan, ið gevur foreldrum, ið taka børn teirra úr dagrøktarstovnum eina peningaliga endurbót fyri ikki at nýta hesa kommunalu tænastuna (hetta er tað sama sum at nakrir havnarborgarar fáa endurgjald fyri ikki at brúka býarbókasavnið).

Um kontantstuðul verður givin til foreldur, sum ikki taka av tilboð um ansingarpláss svarar tað í veruleikanum til, at prísurin fyri eitt ansingarpláss hækkar við somu upphædd. Undirritaði er vísur í, at hetta fær avleiðingar fyri samfelagið og tað átti at verið kannað áðrenn ein slík skipan verður víðkað. Eisini kann ein seta spurnartekin við, um hetta er rætta loysnin, og um hetta er rætta loysnin, eigur hon at verða sett í verk sum tað fyrsta. Undirritaði hevur ta uppfatan, at ein smidligari ansingar- og

upptøkuskipan eigur at verða sett í verk, áðrenn ein kann fara í holt við kontantgjald, soleiðis, at tá ið tú velur kontantgjald fram um ansingartilboð, missur tú ikki tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.


Hava politikararnir hugsað seg um?

Ein kann seta spurnartekin við, um teir politikarar, sum hava sett hetta uppskotið í verk hava umhugsað allar avleiðingarnar:

1. Hvørji eru tey foreldur, sum taka av tilboðnum um kontantgjald - tvs. hvør er málbólkurin?

2. Hvørja ávirkan hevur skipanin á framleiðsluvirðið og lønútgjaldingarnar í samfelagnum sum heild?

3. Hvussu verður skattagrundarlagið fyri samfelagið um nógv foreldur skulu ganga heima?

4. Hvussu nógvar svartar dagrøktarmammur vera og hvønn prís fara tær at taka um foreldur fáa kontantan stuðul fyri at ansa børnunum sjálvi?

5. Hvørja pensiónsskipan fáa hesi foreldur?


Ad 1.: Tað av foreldrunum, sum fær størstan ágóða av at taka av tilboðnum er tað, sum hevur ta lægstu lønina, og tað vil við øðrum orðum siga mamman. Um einki annað tiltak verður sett í verk uttan bert kontantgjald førir tað við sær, at kvinnurnar verða enn longri av arbeiðsmarknaðinum.

Næsti spurningurin er: Hvørjar mammur taka av tilboðnum? Um tað skal loysa seg at taka barnið/børnini úr dagstovni skal tað ein vinnur í kontantgjaldi plus tað ein vinnur við ikki at skula gjalda fyri dagstovn verða størri enn tað ein missur við at siga arbeiðið sítt upp. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í høvuðsheitum vil vera kvinnur við lágari ella ongari løn, og samstundis gjalda fult fyri ansingarplass, ið taka av tilboðnum.

Ad 2.: Um nógvar mammur við lágari løn taka av tilboðnum frá kommununi vil tað koma undirskot av lágløntari arbeiðsmegi í samfelagnum, tvs at arbeiðsgevararnir noyðast at gjalda meiri fyri at fáa nóg mikið av arbeiðsmegi. Hetta førir við sær eitt trýst á tær lægru tímalønirnar, sum í aðru røð trýsta á tær hægri lønirnar soleiðis at prísvøkstur kemur í samfelagið sum heild - tvs. hægri inflatión.

Um framleiðsluvirðið minkar er ilt at siga, tí framleiðsluvirðið, sum verður skapað í húsarhaldinum ikki er lætt at meta. Tað er mín uppfatan, at framleiðsluvirðið í samfelagnum sum heild minkar um nógv foreldur skulu ganga heima hja børnunum. Hetta merkir tó ikki at tað er nøkur ólukka, men ein skal verða klárur yvir, at vøksturin í samfelagnum fer at minka.

Ad 3.: Skattagrundarlagið verður minni um nógv foreldur skulu verða heima hjá børnunum, tvs at tey sum eru eftir á arbeiðsmarknaðinum noyðast at gjalda hægri skatt um verandi tænastustig skal varðveitast. Við øðrum orðum: kontantgjald førir við sær hægri skattatrýst.

Ad 4.: Undir núverandi skipan, uttan kontantgjald, brúka nógv foreldur svartar dagrøktarmammur. Um foreldur at børnum í dagstovnum taka børnini úr stovninum fyri at fáa kontantgjald eri eg ikki í iva um, at talið av svørtum dagrøktarmammum fer at vaksa samstundis sum prísurin á einum svørtum dagrøktarplássi verður dýrari.

Ad 5.: Tær mammur, sum velja at vera heima hja børnunum verða taparar í spælinum um pensiónspeningin, tí tær ikki fáa pensiónsgjald frá arbeiðsmarknaðinum meðan tær ganga heima.


Dýrari

Samanumtikið er kontantstuðulskipanin ein dýrari skipan fyri samfelagið. Tað verður dýrari fyri mammur at koma út á arbeiðsmarknaðin, og tað verður dýrari jú fleiri børn. Skipanin førir við sær, at mammurnar vera meiri saman við børnunum, men samstundis førir tað við sær, at páparnir fara at verða minni saman við børnum teirra.

Eg havi víst á nøkur ting sum átti at verði kannað nærri um ein skipan sum kontantgjald skal víðkast. Hesar ávirkanirnar eru sjálvsagt ikki so víðgongdar, tá skipanin bert er galdandi fyri børn millum 6 og 12 mánaðar.

Men um skipanin skal setast í gildi fyri eldri børn verður tað neyðugt at hugsa seg um.

Undir øllum umstøðum átti ein skipan, sum tryggjaði øllum teimum sum hava tørv fyri tí eitt ansingarpláss, at verða tikin framum. Um ein skipan sum kontantgjald skal hava sín virkning krevur tað eina meiri fleksibla ansingarskipan har børn kunna verða ansað skiftandi tíðir á degnum (evt. um kvøldið og um náttina), skiftandi dagar um vikuna og skiftandi víkur í árinum, soleiðis at tey verandi plássini verða gagnnýtt á ein effektivari hátt.