Konvoysigling á Skálafjørðinum

Bátafelagið á Toftum, sum plagar at skipa fyri bátafestivali í mai, skipar fyri konvoysigling á Skálafjørðinum í morgin, tá ið tað júst eru 75 ár síðani bretska hersetingin í Føroyum endaði

Byrjað verður úti fyri kanónina á Nesi, har bátar og skip møtast klokkan 12 og sjálv konvojsiglingin byrjar klokkan 12.30 úti fyri kanónina á Nesi, har SS Dragin KG 212 fer at sigla fremstur í konvoy kring Skálafjørðin. Í hesum sambandi verður heitt á bátar og skip um at sigla í kjalarvørrinum av tí, sum siglir frammanfyri.

Umborð á SS Draganum KG 212 fer Hallur Joensen at syngja og spæla, ímeðan siglt verður framvið eystaraarmi á Skálafjørðinum.

Eitt bíðiøkið verður inni í Skálafirði, har konvoyfylgi verður samlað, áðrenn siglt verður út framvið vestari armi á Skálafjørðinum. Konvoysigllingin endar aftur úti á Nesi, við kanónina, har bátar og skip samlast.

Bretska hersetingin í Føroyum, ið kallaðist Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945. Fleiri túsund bretskir hermenn vóru í Føroyum hesi árini. Tá talið var hægst, vóru teir umleið 8.000.

Sæð í mun til fólkatalið, sum tá var umleið 30.000, sigur tað seg sjálvt, at broytingin fyri føroyska samfelagið var ógvuliga stór hesi árini. Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945, og í øllum heiminum á heysti 1945.