Kópakonan fer at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum

– Tá ið fólk hava eitt gott hugskot og eru til reiðar at leggja lív og sál í tað, er tað okkara uppgáva sum kommuna at stuðla upp undir. Vit hava brúk fyri fólki, ið vilja skapa nakað í lokaløkinum, og sum sjálv eru til reiðar at slóða fyri og taka stóra takið, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, millum annað í røðu síni í sambandi við avdúkingina av Kópakonuni í gjár:

– Tá ið fólk hava eitt gott hugskot og eru til reiðar at leggja lív og sál í tað, er tað okkara uppgáva sum kommuna at stuðla upp undir. Vit hava brúk fyri fólki, ið vilja skapa nakað í lokaløkinum, og sum sjálv eru til reiðar at slóða fyri og taka stóra takið, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, millum annað í røðu síni í sambandi við avdúkingina av Kópakonuni í gjár:

 

 

Góðu fyrireikarar, vertir og gestir

 

Tað er mær ein stórur heiður at vera við til hetta hátíðarhald í dag og vegna Klaksvíkar kommunu at taka ímóti hesi stórfingnu gávu. Standmyndin av Kópakonuni er livandi og meistaraliga tilevnað og er sum tikin úr gomlu søgnini.

 

Tað eru nú liðin fleiri ár, síðani vit fyrstu ferð frættu um ætlanina at gera standmynd av Kópakonuni og seta hana upp í Mikladali. Hugskotið tykist so upplagt, at tað skulu kreativ og umhugsin fólk til at koma við tí – soleiðis er ofta við teimum bestu hugskotunum.

 

Fólk, sum hava verið við til at skipa fyri Sjómannadøgunu, hava verið óført at fáa viðkomandi standmyndir til kommununa, og tað er í hesum sama umhvørvi, at hendan standmyndin stavar. Fyrireikingarbólkurin er mannaður við eldsálum, sum hava trúð upp á hetta frálíka hugskotið og hava tikið eitt stórt tak fyri at gera tað til veruleika. Tað er fyrst og fremst teimum, vit eiga at takka fyri hesa stórfingnu gávu. Eisini tey, ið annars hava verið við til at stuðla prosjektinum eiga eina stóra tøkk uppiborna.

 

Fyrstu tíðini tóktist leiðin til eina lidna standmynd long, men soleiðis er so ofta við tí, sum vit seta okkum fyri. Hinvegin ræður tað um at taka tey smáu fetini og verða áhaldandi, tí so ber til at røkka málinum einaferð.

 

Klaksvíkar kommuna er móttakari av gávuni, og vit eru sera fegin um hesa gávu. Vit bakkaðu upp um hugskotið at byrja við, og vit skulu eisini taka okkum væl av standmyndini frameftir.

 

Tá ið fólk hava eitt gott hugskot og eru til reiðar at leggja lív og sál í tað, er tað okkara uppgáva sum kommuna at stuðla upp undir. Vit hava brúk fyri fólki, ið vilja skapa nakað í lokaløkinum, og sum sjálv eru til reiðar at slóða fyri og taka stóra takið. Hetta gevur stórt íkast til okkara samfelag og menningina av tí.

 

Eg síggi stórar møguleikar í Kópakonuni, sum nú er komin upp á turt aftur her í Mikladali. Vit vita øll, hvussu tíðarrákið skiftir, og tað, sum var væl umtókt í gjár, ikki er áhugavert í dag, tí okkurt annað hevur tikið yvir. Men eitt, sum móti og skiftandi tíðir ikki býta á, er tann góða søgan. Og søgan um Kópakonuna í Mikladali er góð. Hon er bæði áhugaverd og lærurík.

 

Kópakonan í Mikladali fer at verða eitt ikon í Føroyum, og hon skapar eisini stórar møguleikar fyri ferðavinnu her í økinum. Verður rætt atborið, kann Kópakonan veruliga skunda undir og menna ferðavinnuna í Norðoyggjum. Kópakonan kann gerast nakað, sum ferðandi í Føroyum mugu síggja og uppliva, og tá ið tey hava hoyrt hugtakandi søguna taka tey upplivingina við sær og spreiða hana til onnur fólk og onnur lond.

 

Listarliga er hendan standmyndin eitt meistaraverk. Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur veruliga rakt plett. Her á helluni stendur hon spelkin, lítur niðan í bygdina. Kanska fyri seinastuferð áðrenn hon leitar sær aftur út á fjørðin ella fyri fyrstuferð áðrenn maður hennara tók húðina frá henni. Søgnin er um tey stóru evnini í mannalívinum. Kærleiki, svik, illgerð og deyði. Hitt vakra og hitt illa, illlyndi, reinleiki og góðlyndi.

 

Kópakonan fer sjálvandi eisini fáa týdning fyri føroyingar og ikki minst lokaløkið, og hon verður nakað, sum vit veruliga kunnu verða errin av. Tað hevur verið stuttligt at fylgt verkætlanini og at merkja stóra áhugan frá Mikladalsnevndini og fólkunum annars her í Mikladali. Bygdin hevur staðið saman um hetta. Nógv fólk hava lagt nógv fyri, og tað eiga tit øll stóra tøkk fyri.

 

Eg fari eisini at takka Ólavur Samson, Oliver Joensen og Oliver Thomsen, fyri ótroyttiliga arbeið teirra, at fáa verkætlanina um Kópakonuna gjørda til veruleika, og vegna Klaksvíkar kommunu og tess íbúgvar takki eg stórliga fyri, at vit hava fingið hesa standmynd at varða av frá Føroya Sjómannadegi.

 Takk fyri!

 

Jógvan Skorheim

borgarstjóri