Koppingarevnið á veg til Føroya

Um góða viku verður farið undir at koppseta fólk ókeypis, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av Influensu A (H1N1). Fólk, ið eru í vandabólki, verða tí biðin um at bíleggja tíð hjá egnum lækna í komandi viku.

Koppingarevnið kemur til Føroya í komandi viku og av tí, at koppingarevnið kemur í avmarkaðum nøgdum fyrstu tíðina, hava Landslæknin og Heilsumálaráðið gjørt av, at fólk í vandabólkum undir 65 ár verða koppsett fyrst. Hetta tí royndir frá øðrum londum hava víst, at eldri ikki eru í sama vanda fyri at fáa sjúkuna ella blíva álvarsliga sjúk av H1N1.

Fyrst verða tey í vandabólki, sum eru undir 65 ár, koppsett. Um mánaðarskiftið november/desember verður farið undir at koppseta tey í vandabólki, sum eru 65 og eldri.

Fólk skulu sjálvi seta seg í samband við kommunulæknan og bíleggja tíð til koppsetingina. Koppað verður tvær ferðir. Kopping av fólki í vandabólki er ókeypis, siga Landslæknin og Heilsumálaráðið.