Fyribils eru 28 deyðføll skrásett í Noregi í seinastu viku, har fólk vóru fongd við covid-19, og í vikuni fyri vóru 16 deyðsføll skrásett.
Í frágreiðing hjá norska Fólkaheilsustovninum verður sagt, at miðalaldurin á teimum 28, sum doyðu í seinastu viku, var 86 ár.
Síðan koronu-farsóttin tók seg upp á vári í 2020, eru tilsamans 947 fólk deyð í Noregi við covid-19.
Norska heimasíðan VG hevur í dag víst til eina nýggja kanning hjá Fólkaheilsustovninum um virknaðin av koppseting.
Kanningin vísir, at fólk, sum eru koppsett, liggja styttri sjúk og eru í minni vanda fyri at enda á intensivari deild enn ikki-koppsett.
- Haraftrat eru fólk í aldrinum 18 til 79 ár, sum eru koppsett, styttri á sjúkrahúsi enn ikki-koppsett.
Kanningin hjá norska Fólkaheilsustovninum vísir eisini, at fólk, sum eru koppsett, eru í minni vanda fyri at enda á intensivari deild.