Koppseting: Lægsta tal í langa tíð

Ferðin er veruliga farin av koppsetingini fyri covid-19

Fríggjadagin og leygardagin vórðu 568 fólk koppsett fyri covid-19. 

 

Hetta tal er nógv lægri, enn tað hevur verið undanfarin vikuskifti, og greitt tekin er um, at ferðin veruliga er farin av koppsetingini.

 

Næstsíðsta vikuskiftið – fríggjadag, leygardag og sunnudag – vórðu 3.229 fólk koppsett. Hetta vikuskiftið vóru bert 568 fólk koppsett (tølini fyri í gjár eru ikki komin og mangla í samanteljingini).

 

Sjúkrahúsverkið hevur sett sær sum mál at koppseta minst 7.000 fólk um vikuna. Í næstsíðstu viku lukkaðist tað. Í síðstu viku vóru bert 2,585 koppsetingar gjørdar (tølini fyri í gjár eru ikki komin og mangla í samteljingini).

 

Nú hava 33.551 fólk fingið fyrru koppsetingina. 25.862 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett. Tilsamans 59.413 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

 

Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 prik skulu gerast fyri at fáa flokkverju í Føroyum, og tí mangla framvegis umleið 25.000 prik at gera. Við ferðini, sum nú er, fer seinasti partur av koppsetingini at taka væl longri tíð, enn mett hevur verið.