Korona: Halda fast um at foreldrini skulu rinda

– Vit hava goldið fulla løn alla tíðina, sigur borgarstjórin

– Trupulleikin við korona, er ikk ein trupulleiki, vit hava skapt. Tað staðfestir Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba.

Í fleiri vikur vóru vøggustovur og barnagarðar kring landið stongd fyri at forða fyri, at koronasmittan skuldi breiða seg. Kortini vóru dagstovnarnir opnir fyri neyðansing, har foreldrini máttu fara til arbeiðis, og ikki høvdu aðrar møguleikar enn at lata børnini fara á stovn.

Men síðani hava feiri kommunur gjørt av, at av tí at børnini ikki vóru á stovni hesa tíðina, skulu foreldrini heldur ikki rinda fyri barnaansing.

Foreldur skulu ikki rinda fyri eina tænastu, tey ikki hava fingið, er niðurstøðan hjá kommununum.

Men í Sumbiar Kommunu ganga tey ímóti hesum rákinum, tí har hevur bygdaráðið gjørt av at halda fast um, at foreldrini skulu rinda fyri ansingina í mars og apríl, sum vant.

– Korona er ikki ein trupulleiki, vit hava skapt, og hóast næstan eingi børn hava verið á stovnunum, hava vit kortini goldið pedagogum og hjálparfólki fulla løn alla hesa tíðina, sigur borgarstjórin.

Hann sigur, at nøkur heilt fá børn hava verið í neyðansingini, men tey kunnu teljast á aðrari hondini. Og hann heldur ikki at tað er rætt, at bygdaráðið nú skal til at flokka foreldrini í bólkar, har summi skulu rinda fyri barnaansing, og onnur ikki.

Hann sigur at tey hava heldur ikki hoyrt tey stóru mótmælini ímóti hesum, tó at onkur hevur spurt um tað. Hinvegin eru tað eisini summi sum halda, at hetta er ein kreppa, har øll mugu bera sín part.

 Men hann leggur kortini afturat, at fáa tey eina áheitan um tað, eru tey eisini sinnað at endurskoða avgerðina eina ferð í summar um at foreldrini skulu rinda.

 Í Sumbiar Kommunu kostar eitt ansingarpláss foreldrunum 1.500 krónur um mánaðin fyri tað fyrsta barni.

Men so fáa systkinini avsláttur, og sostatt kostar annað barnið 750 krónur um mánaðin, og skuldi eini foreldur havt fleiri børn enn tað í ansingini, eru tey ókeypis.

Hann sigur, at skuldu foreldrini ikki rinda fyri barnaansing í ein mánað, hevði tað, leysliga mett, kostað kommununi einar 40.000 krónur.