- Koronasjúkan hevur ikki ávirkað sethúsamarknaðin stórvegis. Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru øktir fleiri staðni í landinum hetta fyrsta hálva árið, hóast covid-19 kundi væntast at ávirka bjartskygnið hjá føroysku húsarhaldunum.
Tað sigur Landsbanki Føroya í dag.
- Serliga eru sethús uttan fyri Havnina seld fyri hægri prís fyrsta hálvár í 2020 í mun til miðalprísin í 2019. Hetta fyrsta hálvárið 2020 eru sethúsaprísirnir øktir við meir enn 10 prosentum í størru bygdunum og við umleið 30 prosentum í smærri bygdunum eins og í Sandoy og Suðuroy samanborið við miðal í 2019.
Víst verður á, at í smáu bygdunum og í Sandoynni og Suðuroynni eru tó lutfalsliga fáar sølur og tí skal lítið til fyri, at ein einstøk søla hálar miðalprísin upp.
- Í miðstaðarøkinum lækkaðu sethúsaprísirnir í fyrsta ársfjórðingi, møguliga vegna óvissuna av koronasjúkini, og tí húsameklarar noyddust at steingja eitt tíðarskeið. Hetta sæst eisini aftur í talinum av sølum.
Víst verður á, at í Havn var talið av sølum í 1. og 2. ársfjórðingi í 2020 eini 20 prosent lægri enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Í øðrum ársfjórðingi lagaðu prísirnir seg tó aftur, og seinastu eygleiðingarnar vísa, at miðalprísurin nú nærkast 3,2 miljónum krónum í Havn.
- Tey dýrastu fimm prosentini av húsunum, sum eru seld í Havn hetta fyrsta hálvárið, eru farin fyri meir enn 4 miljónir krónur.
Í Landsbanka Føroya siga tey, at miðalprísurin fyri íbúðir í Havn er øktur við 400.000 krónur hetta fyrsta hálvárið í mun til miðalprísin í 2019, sum var 2 miljónir krónur. Íbúðirnar í miðstaðarøkinum hava nú ein fermetraprís á nærum 28.000 krónur, sum er umleið 6.000 krónur hægri fyri hvønn fermetur enn prísurin á sethúsum.
- At sethúsaprísirnir eru øktir kring landið, hóast koronasjúkan hevur gjørt um seg, bendir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum ikki er minkaður, sjálvt um fleiri løntakarar, serliga innan privatu tænastuvinnuna, hava verið ávirkaði av, at samfelagið fór niður í ferð.
Landsbanki Føroya heldur ikki, at húsarhaldini sum heild eru so meint rakt fíggjarliga av koronasjúkuni. Hetta kemst helst av, at inntøkugrundarlagið hjá fólki, ið hava verið heimsend vegna korona-tilbúgvingini, hevur verið tryggjað gjøgnum almennar hjálparpakkar og gjøgnum stuðul frá bankunum, ið hava bjóðað sínum viðskiftafólki avdráttarskáa.
- Hetta ger, at keypikraftin ikki hevur verið stórvegis broytt hetta fyrsta hálva árið í 2020. Hetta samsvarar eisini við seinastu brúkarakanning hjá Hagstovuni, ið vísir, at húsarhaldini ikki meta sína egnu fíggjarstøðu fara at versna, hóast útlitini fyri samlaða búskapin síggja verri út í treystikanningini hjá Hagstovuni, siga tey í Landsbanka Føroya í dag.