Korona ávirkar hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa

– Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er í stóran mun ávirkað av alheimsfarssóttini COVID-19. 

Tað boðar Suðuroyar sparikassi frá, nú úrslitið fyri fyrra hálvár í ár fyriliggur.

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 er 459.000 kr., sum er 579.000 kr. lægri enn fyrra hálvár 2019. 

Innlánini eru hækkað við 6,9% - úr 728 mió. kr. í 778 mió. kr. 

Útlánini eru lækkað við 3,6% - úr 588 mió. fyrra hálvár 2019 niður í 567 mió. kr. fyrra hálvár 2020. Hetta stendst í høvuðsheitum av, at fleiri og fleiri velja ella leggja um til realkreditlán. 

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 17,7% og solvenstørvurin er 10,6%. 

Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldføri, 208%, samanborið við 125% sama tíðarskeið í fjør. LCR er 539%. 

Úrslitið er nógv ávirkað av COVID-19, og tí hevur verið neyðugt at sett eyka av í niðurskrivingum, umframt at kurstapið er 65.000 kr. ímóti einum kursvinningi á 178.000 kr. fyri fyrra hálvár 2019. 

– Suðuroyar Sparikassi metir hálvársúrslitið sum ikki nøktandi, men trupult er at verja seg fyri eini herviligari koronafarsótt, ið er beinleiðis orsøk til laka hálvársúrslitið, sigur Suðuroyar sparikassi.