Kósin er sett móti republikkini

Vit skuldu uppliva eitt meir og minni smildrað føroyskt samfelag, við met stórari fólkafráflyting, og við einum skelkandi høgum arbeiðsloysi, áðrenn tjóðskaparspurningurin umsíður kom á dagsskránna, og fekk tað plássi í føroyskum politikki, sum hann hevur uppiborði.

9. mai gjørdist ein strálandi dagur. Áðrenn man veruliga grunaði tað, so var kósin móti republikkini sett. Men tað var ikki flotti retorikkurin hjá ættarliðinum frá 1946, ið setti gongd á. Heldur ikki tað næsta, og litleysa ættarliðið av tjóðveldisfólki, umboða av Finnboga Ísaksyni og Signari av Brúnni, hevur týdning í hesum sambandinum. Ella fyri so vítt heldur ikki kommunistarnir, sum saman við D. P. Danielsen royndu at sameina sosialismu og tjóðskap.

Tey ið fingu tjóðskaparspurningin á dagsskránna, vóru í stóran mun ung, vælútbúgvin fólk við ódálkaðum hondum. Aftanfyri seg høvdu tey kreppuna, eitt konkret stórmál ið meiri og minni nam allar føroyingar. Tey kundu vísa á, at ríkisfelagsskapurin ikki var nøkur trygd fyri landaskilið, at ríkisfelagsskapurin tvørturímóti drenaði úr okkara blóðkørum eginleikan at handla og at skapa søgu, og gjørdi okkum til ómyndugar eygleiðarar. Og eitt aftrat. Hesi fólkini evnaðu at hugsa tvørturum flokspolitisku mørkini, ein eginleiki sum aðrastaðni í heiminum verður brúktur sum eitt mál fyri demokratiskum hugburði. Og nettup av teirri orsøk megnaðu tey at geva tí tjóðskaparliga rákinum eina toliliga trygga kós. Men tá floksmørkini vera strikað, er sjálvandi vandi fyri at man missur burtur síni egnu politisku eyðkennir. Ella uppaftur verri; at tað bráttliga stendur einum greitt, at man í veruleikanum ikki eigur nakað sereyðkenni ið er vert at verja.

At javnaðarflokkurin ikki kom við uppí tað nýggju landsstýrissamgonguna, var harmuligt og er samstundis illgrunavert. Ikki tí at tann flokkurin hugsjónarliga er serliga áhugaverdur. Nettup fráveran av hugsjón, er eitt høvuðseyðkenni floksins. Men við javnaðarflokkinum afturat úti í landsstýrinum, so hevði manngarðurin verið sterkari um hetta týdningarmikla politiska stig, sum kósin móti republikkini er.

Men eitt, sum man ofta hevur undrað seg yvir, er, hví tann parturin av føroyska vinstravonginum, sum í dag er slúsaður inn í javnaðarflokkin, var so merkiliga kaldur mótvegis føroyska tjóðskaparspurninginum í 70?árunum 80?árunum. Tað bleiv grátið fyri sámun, inuittum, írum og baskarum, fyri ikki at tosa um tey trælkaðu londini, ið lógu uppaftur longri burturi. Men fyri tí rørslu sum í Føroyum hevði út ímóti sama politiska setning sum eitt nú Sinn Fein, har var bara vanvirðing til yvirs.

Tjóðskaparspurningurin bleiv demoniseraður, varð gjørdur til eitt slag av svørtum sabbat, sum ivasamir tjóðveldismenn dyrkaðu tá ræsaroykurin um heysti deymaði út millum hjallsrimarnar.

Vinstravongurin frásegði sær tað tjóðskaparligu ábyrgd, sum ein eigur at kunna krevja av upplýstum fólki. Ja, uppaftur verri, tey gjørdu tað sama sum javnaðarflokkurin altíð hevur gjørt, lat borgaraskapinum tjóðskaparspurningin at umsita. Og í praksis hevur tað merkt, at tjóðskaparspurningurin korrumperaðist. Men nú Føroyar eru á veg inn í eitt oljuævintýr, tevjar yvirstættin roykin av gulli. M.a. at teirri orsøk er fólkaflokkurin við í hesi søguligu landsstýrissamgongu.

Vit eru í veruleikanum stødd í miðdeplinum av eini politiskari ódn, sum grundleggjandi kemur at broyta okkara land. Tjóðskaparlig eind er neyðug. Bæði tí okkara land er so illa farið, og vit ikki hava ráð at brúka tíðina til at klóra eyguni úr hvørjum øðrum. Men esini orsakað av forfeingiligheit. Tað er ótolandi at vit í eygunum á dønum og øðrum norðbúgvum, eru blivin eitt fólkaferð sum tað í stóran mun verður flent at. Høvuðsrákið í dag er tjóðskapurin, tað vil siga at gamla stríðsmálið í føroyskur politikki, samband mótvegis loysing, er á veg í søguna.

Umsíður fær stríðið millum høgra og vinstra, eitt veruligt innihald. At sita uppafturá og bíða til henda samgongan skrædnar, tað haldi eg vera eina vesaliga støðu ið er typisk fyri fólk ið hava funnið seg til sættis í hjálanda støðuni. Vit mugu hugsa um, at høgravongurin fær akkurát tað makt sum vit sjálvi eru sinnaði at lata honum.


Jóanes Nielsen