Fyrr fáum árum síðani fluttu føroyingar úr Føroyum, og fólkafráflytingina var hættislig. Nú dregur Tórshavnar Kommuna ung fólk til býin og til landið. Og tað er gott.
Í fýra ár havi eg umboðað Javnaðarflokkin í Tórshavnar Býráði, og vit, sum hava samstarvað hesi árini, kunnu vísa á eina røð av góðum úrslitum.
Tí bjóði eg meg fram einaferð enn at vera við til at menna býin og trivnaðin í Tórshavnar Kommunu.
Hesi mál vil eg fremja:
- Skúlin á Fløtum skal byggjast, og musikkskúlin,
- Vit skulu hava betri normeringar á eldraøkinum og dagstovnaøkinum
- Grøn orku og umhvørvisátøk
- Neyva fíggjarstýring, so at ráð verða til raðfestingarnar
Dømi um úrslit seinasti fýra árini:
Skúlin
- Vit søgdu at nýggjur skúli skuldi byggjast í Vesturbýnum. Skúlan á Fløtum eru vit nú farin undir at byggja. Og hann hevur hægstu raðfesting í næsta valskeiði.
Vælferðin
- Vit søgdu at vit skuldu nøkta tørvin á dagstovnum. Vit hava endurreist Birkilund og bygt nýggjan stovn í Kollafirði.
- Vit vildu gera tað lættari at vera barnafamilja. Vit hava lækkað kommunuskattin úr 20,75% niður í 19,75%.
- Og vit hava hækkað barnafrádráttin upp í 8000 kr pr. barn.
- Eingin barnafamilia rindar dagstovnagjald fyri meira enn eitt barn – systkin eru ókeypis. Í næsta valskeiði skulu vit tryggja betri normeringar á dagstovnaøkinum
- Ungdómsklubbar eru raðfestir í Hoyvík og í Kollafirði – og nú stendur Argir fyri tørni
Eldraøkið
- Vit yvirtóku eldraøkið. Og Tórshavnar Kommuna hevur megnað tað.
- Nú skal eldraøkið raðfestast við 20 milliónum um árið, sum skal tryggja øllum virðilig ellisár. Fleiri heitar hendur, eyka náttarvaktir, fyribyrging, endurvenjing og demensumsorgan. Hetta hevur hægstu raðfesting.
Mentanin
- Vit søgdu at nýggjur musikkskúli skuldi byggjast. Musikkskúlin er farin í útboð. Og lýkur hann øll krøv til framtíðina.
- Øki er sett av til at byggja ein nýggjan Tjóðpall á Skálatrøð
- Vit hava bygt Reinsaríið liðugt, og er tað karmur um fleiri hundrað tónleikatiltøk og onnur tiltøk um árið.
- Vit hava stuðlað 100 tals mentanarligum verkætlanum hesi árini, og lagt lunnar undir Loftbrúnni, sum kann verða útbygd, so at hon gongur báðar vegir.
- Vit hava sett skjøtul á at gera Tórsgøtu til Mentanargøtu. Frá trappuni í Vágsbotni og niðan í auluna í Kommunuskúlanum.
Ítrótturin
- Vit vildu útvega betri hallarumstøður. Nú eru tvær ítróttarhallir í gerð. Á Argjum og á Hálsi, har tað eisini fer at vera pláss fyri judo og borðtennis.
- Felagshøli er bygt í Hoyvíkshøllini.
- Kollafjarðarhøllin er dagførd
- Fótbóltsvøllur í Hoyvík verður skjótt klárur til tey omanfyri 3000 fólkini, sum búgva í Hoyvíkini
- Vit menna svimjihøllina við baðilandi, og langhylur er fyrireikaður at byggja í 2018
- Umstøðurnar kring vøllin á Argjum eru munandi betraðar
Bústaðarmál
- Vit hava stykkjað uml. 160 nýggj grundstykki út í Havn og í Kollafirði. Málið er at grundstykki altíð eru tøk í kommununi – á bygd og í bý.
- Vit vildu gera Havnina til ein Lestrarbý. Skjótt eru 37 lestraríbúðir lidnar í Kommunuskúlanum, og kommunan hevur bjóðað landinum til samstarv um eiii Universitet í Havn.
- Nú skulu vit útvega eldraíbúðir, og tað hevur skund.
- Á Óðinshædd eru tær fyrstu 22 íbúðirnar tøkar í heyst
Vinnan
- Vit vildu skapa vinnuni betri umstøður í Havn, og tryggja arbeiðsplássini. Tað gera vit við m.a. at byggja Tórshavnar Havn út.
- Íverksetarahúsið Hugskotið stimbrar íverksetaravinnu og kreativa vinnu. Nú verður samstarv skipað við Klippfisk.
Lív í býin
- Vit vildu fríðka um býin. Trappan í Vágsbotni, Grasagarður, Steinatún, Perlutún og Kommunuskúlin tala sítt týðiliga mál.
Fíggjarstøðan
- Fíggjarliga er kommunan væl fyri. Pengar eru settir av til stóru átøkini, og lániskuldin er søguliga lág. Frameftir skal fíggjarstýringin vera sera neyv og gjøgnumskygd.
Eg vóni at tú vilt vera við til at stuðla Javnaðarflokkinum, so at vit kunnu halda fram í næsta valskeiði, at gera ein góðan bý enn betri.
Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðið