Kostar landskassanum 600.000 krónur um árið

Í dag er danska ríkisveitingin til Føroya, 12,9 prosent av inntøkunum hjá landskassanum, men í 1988 var hann 25 prosent av inntøkunum

 

Týdningurin av donsku ríkisveitingini til Føroyar, minkar alsamt.

 

Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Hon hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu nógv føroyingar skulu taka ímóti av danskari ríkisveiting hesi næstu árini til 2019. Og hon mælir Løgtinginum til at samtykkja, at ríkisveitingin verður 641, 8 milliónir øll árini.

 

Seinastu árini hevur ríkisveitingin verið prístalsviðgjørt, men hendan samgongan hevur avtalað við donsku stjórnina, at hann skuldi frystast, so at hann ikki longur hækkar, so hvørt sum prístalið hækkar.

 

Kristina Háfoss sigur, at hetta fer at kosta landskassanum einar 600.000 krónur um árið, ella tilsamans ímillum tvær og tríggjar milliónir til 2019.

 

Í 2001 gjørdu landsstýri og danska stjórnin eina avtalu um at minka donsku ríkisveitingina 366 milliónir krónur og tá varð hon fastfryst á 615,5 milliónum um árið frá 2002-2011.


 

Men í undanfarna samgongu varð ríkisveitingin aftur prístalsviðgjørd og tískil hækkaði hon so líðandi, til hon var komin í 641,8 milliónir í 2015.

 

Kristina Háfoss sigur, at av tí at búskapurin veksur, er ríkisveitingin nú eini 12,9 prosent av inntøkunum hjá landskassanum.

 

Til samanberingar kann nevnast, at í 1988 var ríkisveitingin heili 25 prosent av inntøkunum, og í nítiárunum var hon eini 30 prosent inntøkunum hjá landskassanum.

 

- Týdningurin av donsku ríkisveitingini fyri føroyska landskassan er sostatt farin niður í helvt seinastu 20 árini.

 

Týdningurin av donsku ríkisveitingini fyri búskapin sum heild er eisini minkandi. Bruttotjóðarúrtøkan er mett at vera 17 milliardir krónur og sostatt er ríkisveitingin nú bert 3,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

 

- Við framhaldandi búskaparvøkstri fer ríkisveitingin at gerast støðugt minni partur av føroyska búskapinum hesi næstu árini, sigur landsstýriskvinnan

 

Hon sigur, at í nýggju avtaluni við donsku stjórnina, hevur landsstýrið hevur eisini tryggjað sær, at tað skal bera til at minka veitingina enn meira í avtalutíðarskeiðnum, vilja føroyingar tað.