Kostar tvær ferðir so nógv á útoyggj

Tað kostar tvær ferðir so nógv at byggja eitt fjós ella eitt seyðhús á útoyggj, sum aðrastaðir í Føroyum

 

Flutningskostnaður er ein stór forðing fyri lívi og virksemi á útoyggj.

 

Tað staðfesti Harry Jensen, bóndi og borgarstjóri í Skúvoy á búnaðarráðstevnu í Klaksvík herfyri.

 

Hann sigur, at eitt, sum ger tað ógvuliga tyngjandi at fáast við jarðarbrúk á útoyggj, er flutningskostnaðurin.

 

Tey pláss, sum hava samband við bilaferju, hava heilt aðrar møguleikar.

 

Men í Skúvoy, og aðrastaðni, har ongin bilaferja er, eru farmagjøldini so ógvuliga nógv dýrari enn aðrastaðni í Føroyum

 

- Tað eru bara ordilig útoyggjafólk, sum rinda frakt upp á gamlan máta, tí tey hava ikki bilaferju, sigur hann.

 

- Skuldu vit bygt eitt fjós, ella eitt seyðahús í Skúgvi, kostar tað kanska tvær ferðir so nógv, sum at byggja tað á meginøkinum, orsaka av farmagjaldinum.

 

Hann nevnir eitt ítøkiligt dømi, sum var fyri tveimum árum síðani, tá ið hann ætlaði at fáa eitt sindur av skervi til Skúvoyar.

 

Í tí sambandi hevði hann tosa við einum sandoying, sum hann visti, hevði keypt sær 11 kubikk av skervi.

 

- Tað kostaði honum 1700 krónur, tá ið tað lá í túninum hjá honum í Dali.

 

Síðani fór Harry Jensne at kanna, hvat tað hevði kostað at fingið 11 kubikk av skervi til Skúvovar við farmagjaldi og øllum

 

Eg kom til tað úrslit, at eg skuldi rinda 7.000 - 8.000 krónur meiri enn dalbingurin fyri at fáa somu nøgd av skervi til Skúvoyar.

 

Harry Jensen heldur, at hetta er ein stór forðing fyri menning á útoyggj.

 

- Øll skuldi verið javntsett á hesum øki, heldur hann.

 

Myndin er av Sildberanum, sum hevur verið samferðsluálitið hjá skúvoyingum í 35 ár, her er hon á veg ímillum Skúvoy og Sand í sjaskveðri.