info
Ongi úrslit

Kostnaður og inflatión ávirkaðu raksturin í 2022

Í 2022 var miðaltalið av starvsfólkum hjá Vónin-samtakinum 434, harav 99 starvaðust í Føroyum.

Vilmund Jacobsen
15. mai 2023 kl. 09:49

- Gongdin hjá Vónin-samtakinum í 2022 var nøktandi. Úrslitið gjørdist 54 miljónir krónur samanborið við 52 miljónir í 2021.

Tað sigur stjórin í Vónini, Hjalmar Petersen, í tíðindaskrivi í morgun. 

Víst verður á, at søluframgongdin árini 2021 til 2022 var ein øking á 68 miljónir - úr 535 miljónum uppí 603 miljónir.

- Hóast sølan hjá samtakinum øktist munandi, var framgongdin í úrslitinum væl minni. Orsøkin til hesa avmarkaðu framgongd vóru øktar lønarútreiðslur. Kostnaðarstigið fyri tilfar er hækkað, og inflatiónin hevur ávirkað rakstur felagsins.

Víst veðrur á, at sølan til marknaðir uttanfyri Føroyar framvegis er veksandi.

- Í 2022 vóru næstan tríggir fjórðingar av samlaðu søluni hjá samtakinum til marknaðir uttanfyri Føroyar. Sølan til alivinnuna var meira enn ein triðingur av samlaðu søluni. Hesin partur kemur væntandi at veksa enn meira komandi árini.

Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Noregi, Litava og nýliga eisini í Skotlandi.

- Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein er við Norðskála, sum vendir sær til alivinnuna, ein er í Fuglafirði, sum vendir sær til uppisjóvarvinnuna, og ein er í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna.

Myndin er ikki tøk

Lagt verður aftrat, at fyri at varðveita eina framkomna og umhvørvisvinarliga tænastu til kundar í alivinnuni, verður eitt nýtt barki- og turkihús við Norðskála tikið í nýtslu seinni í ár. Harumframt verður ein nýggj tænastustøð bygd á Isle of Skye í Skotlandi, sum verður tikin í nýtslu í komandi ár.

- Í Norðurnoregi hevur felagið, Vónin Refa, longu bygt eina nútímans tænastustøð til alivinnuna, sum bjóðar hesar somu tænastur.

Stjórin í Vónini vísir á, at nýhugsan og menning er nakað, sum Vónin raðfestir. Eitt nú kann nevnast, at Vónin eru í gongd við at menna nútímans trollemmar, sum kunnu stýrast av brúnni.

- Hesir gløggu trollemmar gera tað lættari hjá skiparum at fiska, tí teir tillaga seg til umstøðurnar í sjónum eftir boðum. Eftir ætlan verða hesir trollemmar klárir í ár.

Í 2022 var fyrsta árið, har Vónin-samtakið arbeiddi miðvíst við at endurvinna trol, nótir og alinótir fyri at fyribyrgja, at tilfarið fer til tyrvingar ella brenning. Í árinum, megnaði Vónin í Føroyum at senda 337 tons av nylontilfari og 19 tons av plastik tilfari til endurvinningar.

- Fyri Vónin-samtakið vórðu 1.060 tons av nylon og plastiktilfari soleiðis send til endurvinningar, sigur stjórin.

Lagt verður aftrat, at fyri 2022 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 434, harav starvast 99 av teimum í Føroyum.

Vónin-samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur og annað. 

- Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð og ymiskt annað, sigur stjórin, Hjalmar Petersen.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

2 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

25 minuttir síðan
Tíðindi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

44 minuttir síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

1 tími síðan
Tíðindi

Umvæla skúlan í Vestmanna fyri umleið 70 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Gosfjall kastar 35 kilometrar langan skugga

2 tímar síðan
Tíðindi

Íslendskur alilaksur skal vinna kinesiska marknaðin

3 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskt stríðsflogfar leyp á farmaskip

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Maria Tórgarð fekk Árs­ins Sálar­heilsu­virð­is­løn 2026

4 tímar síðan
Tíðindi

Hakakrossur og ó­kvæm­is­orð mál­að á æla­boga­veg­in í Steina­túni

5 tímar síðan
Tíðindi

Mæla fólki við Gjógv til at kóka drekkivatnið

5 tímar síðan