Koyr ikki á Vestfallið!
Hetta er boðskapurin í eini lýsingaherferð í sjónvarpinum, sum vendir sær til okkara skipaflota.
Endamálið er at fáa skip at lata vera við at tveita burturkast og órudd fyri borð, men heldur taka tað við til lands og beina tað burtur í bingjur.
Men tann, sum fór sær ein túr í mølina, nú hann hevur ligið tráður ímóti landi í fleiri dagar, skal ikki ganga langt, áðrenn illgrunin fer at gnaga um, at kanska eru tað ikki øll, sum hava sæð hesa lýsingina í sjónvarpinum.
Í øllum førum gongur sjón fyri søgn, hvussu nógv órudd framvegis liggur og rekist í sjónum.
Hvalba er ein bygd, sum vendir eystureftir og sum væl kann brúkast sum barometur fyri, hvussu standurin er.
Men tað er ikki tespuligt at fara sær ein túr á vakra og friðsæla Hvalbiarsandi í dag.
Tað, sum leyp í eyguni er alt óruddið, sum er lagst í mølina í kjalarvørrinum á uppganginum hesar seinastu dagarnar.
Og hvalbingar siga, at hetta er skilið, hvørja ferð, hann legst við óveðri av eystri.
Og so stendur kommunan eftir við upptakinum.
Vit kunnu bara geva hvalbingum rætt: Nakað prýði fyri bygdina og føroyingar, sum heild, er hetta ikki.
Ein leyðslig uppteljing vísir, at her eru bæði plastdunkar í hópatali, boyur, endar av nylon, plast av ymsum slagi og annað gott.
So vit kunnu bara bera vinarligu áheitanina frá hvalbingum til skipini víðari: Vísi náttúruni ans og latið vera við at tveita alt órudd fyri borð. Tað, sum fer fyri borð, hvørvur ikki fyri tað um tað er farið úr eygjsón, tí tað rekur altíð upp á onkrari fjarari strond.
Hvalbingar sipa speiskliga til visjón 2015: Skulu vit vera heimsins fremsta tjóð, mugu vit sanniliga eisini vísa nattúruni ans.