Koyra skjótast í Streymoynni

Mátingar hjá Landsverkfrøðinginum vísa, at bilarnir á Streymoynni koyra skjótast. 73% av bilunum, sum koyrdu við Kollfjarðatunnilin koyrdu skjótari enn loyvdu 80 km/t

Tað er serliga í Streymoynni, at bilførarar koyra ov skjótt. Hetta vísir í øllum førum ferðmátingar, sum Landsverkfrøðingurin hevur gjørt.

Í heftinum »Ferðslan 1996« síggjast úrslit av mátingum, sum Landsverkfrøðingurin hevur gjørt í 1996.

Ferðmátingar, har hámarksferðin er 80 km/t, eru gjørdar á hesum støðum:

Í Suðuroy eru tær gjørdar á Nesi í Vági. Í Vágum eru tær gjørdar við Leitisrætt, á Streymoynni eru mátingarnar gjørdar við Kollfjarðartunnilin, Í Eysturoynni eru mátingarnar gjørdar á Lambareiði, á Borðoynni eru mátingarnar gjørdar á Tunnilsvegnum í Klaksvík.

Úrslitið hjá Landsverkfrøðinginum vísir, at bilarnir í Suðuroy koyra í miðal 71 km/t, í Vágum koyra teir eisini í miðal km/t, Í Eysturoynni koyra teir í miðal 70 km/t, á Borðoynni koyra teir 68 km/t meðan teir á Streymoynni koyra 82 km/t.

Á somu støðum hevur Landsverkfrøðingurin kannað, hvussu nógvir bilar koyra ov skjótt.

Í Suðuroy koyra 23% av bilunum oman oman fyri 80 km/t og 8% oman fyri 90 km/t.

Í Vágum koyra 28% av bilunum oman oman fyri 80 km/t og 9% oman fyri 90 km/t.

Í Streymoynni koyra 53% av bilunum oman oman fyri 80 km/t og 20% oman fyri 90 km/t.

Í Eysturoy koyra 21% av bilunum oman oman fyri 80 km/t og 8% oman fyri 90 km/t.

Og í Borðoynni koyra 9% av bilunum oman oman fyri 80 km/t og 5% oman fyri 90 km/t, vísa mátingarnar hjá Landsverkfrøðinginum.