Koyrandi millum Øravík og Hov í 2006

   

Hesa tíðina í fjør sóu vit Johan Dahl fegnast um eitt lyftið frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, í Dimmalætting.
"Bjarni Djurholm lovaði frá Tingsins røðarapalli í næstseinastu viku, at útgerðin skuldi flytast frá Gásadals tunnlinum og til Suðuroyar, tá liðugt var at bora ígjøgnum til Gásadals.
" ? segði tann himmalfegni Johan Dahl. 2. oktober 2002
Vit vóru fleiri, ið øtaðust yvir ætlaninar hjá hesum báðum og fingu tíbetur støðga teimum.
Tað vóru óráð, at plaffa eina fjallasmogu út undan Hovstúgvuni við elligomlum materiellið úr Gásadalsbergholinum, hildu vit, og hetta var als ikki nakað at bjóða suðringum í hesi øldini.
2. februar 2003 í ár fekk landsstýrismaðurin tí eitt uppskot frá okkum, har NCC í einum hjálagdum skjali segði seg kunna gera ein tunnil, har hann skuldi vera sambært vanligum viti og skili.
Harafturat var tað hildið skilaleyst at liggja og fesjast uppi í fjøllunum við eini óneyðugari vegagerð fyri 50 mió.kr.
Sjálvandi gjørdust menn pripnir, og serliga tann politiski myndugleikin.
Ein heilt náttúrlig reaktión var so at forhála málið og látast at kanna tað enn meira. Hetta var fullkomuliga óneyðugt, men kortini nakað sum vit noyddust at liva við.
Kanningarnar eru nú lidnar, og tað mest fullkomna tunnilsfarið, ið hugsast kann, er nú til taks á Jarðfrøðissavninum.
Verklagslógin fyri Øravík Hov, sum skuldi á tingborð á Ólavsøku, bíðar nú ikki eftir øðrum enn vanligum óneyðugum dráli frá almennari síðu.
Aftur til Johan Dahl. Vit hava sjálvandi lagt merkið til politisku spekulatiónir hansara í orð og tal, og so sjálvandi eisini, at púrt einki er framt í verki frá hansara hond.
Síðan løgtigsfíggjarlógaruppskotið fyri 2004 kom út, hevur hann saman við flokki sínum kólað óført uppi yvir almennu útreiðslunum.
Almennu útreiðslurnar á fíggjarlógini eru alt ov høgar, sigur hann í Dimmalætting um vikuskifti, og skjýtur so upp, at Hergeir Nielsen sum einasti tingmaður fyri Suðuroynna kann: "fáa sett eina upphædd á fíggjarlógina fyri 2004, sum munar nakað og arbeiðið veruliga við kraft fer ígongd næsta ár."
Johan Dahl, sum einki uppskot hevur um sparingar, øtast yvir almenna útreiðslustøðið, og heitir nú á meg um at økja tað enn meira.
Hjálparleyst roynir hann at seta seg sjálvan í fokus í sambandi við verkætlanirnar í Suðuroynni, meðan eg sum einasti suðuroyartingmaður skal hava skyldina, um tær ikki koma.
Sjálvandi hevur hann sítt fulla mandat til at koma við øllum teimum hugskotum honum lystir, eitt nú framtíðarvisjónum sínum um eitt Gásadalsberghol í Suðuroynni gjørt yvir eitt longri áramál.
Men sjálvur haldi eg, at tað hevur størri týdning at fáa rætta tunnilin fyri røttu pengarnar røttu løtuna.
Vildi fegin, at byrja var tann dag í morgin, men sum viðurskiftini síggja út nú, so verður tunnilin boðin út í komandi ári, og gjørdur liðugur eftir tveimum árum.
Hetta merkir, at koyrandi verður millum Øravík og Hov í 2006.