Ein smádrongur var sera heppin í gjár, at hann ikki lá undir einum bili, sum rakti hann í armin á gonguteigi. Bilførarin rýmdir av staðnum
– Í gjár 22.08.14 kl 13.45 mundi eitt álvarsomt óhapp hent fyri mínum soni, ið gongur í 4. flokki.
Soleiðis skrivar ein ørkymlað mamma á Facebook, eftir at sonurin var fyri hesi skakandi hending. Mamman sigur, at førarin er rýmdur av staðnum uttan at vita, hvat hann hevði gjørt.
– Eg ætlaði ikki at fara so langt við hesum, men vendi tað tó aftur til, at eg kundi gera eina roynd kortini – og um ikki annað ávara fólk um, at børnini ikki eru trygg í ferðsluni við bilførarum, ið ikki duga at ansa eftir.
– Sonur mín og tveir aðrir vinmenn, skuldu yvur um gonguteigin uttan fyri Frelsunnarherin. Teir báðir vinmenninir vóru nakað framman fyri sonin hjá mær og koma tí skjótari yvur um vegin. Men sonur mín bíðar eitt sindur. Til onkur bilur heldur av fyri sær, heldur hann fram við skjótum tempo. Komin hálvan veg tvørtur um vegin, kemur ein bilur, ið ikki steðgar, og síðuspeglið tekur í armin hjá soninum, og speglið dettur av. Bilurin koyrdi eisini á annan fótin, skrivar hon.
– Bilførarin, sum rakti drongin hjá mær, steðgaði ikki og helt tí bara áfram at koyra. Maðurin, ið koyrdi, tummlaði til sonin hjá mær, smílti og koyrdi víðari.
– Kløkkur, bangin og keddur, stendur sonur mín síðani á vegnum og fellur nøkur tár. Hettar sær ein annar bilførari, sum síðani koyrdi sonin hjá mær heim.
Mamman skrivar, at maðurin, ið rýmdi, gjørdi nakað ógvula ábyrgdarleyst.
– Hann helt ikki av fyri fólki á gonguteiganum, og enn verri, so tók bilurin í armin og koyrdi á fótin hjá soni mínum. Og eg tori ikki at hugsa um, hvat kundi havt hent, um drongurin hjá mær bert var fáar cm longri frammi. Hann hevði ligið undir bilinum við vissu, skrivar mamman.
Mann sigur frá dreinginum, at tann ið koyrdi bilin, var ein ungur maður ca 18-20 ár, koyrdi í einum hvítum bili (kanska ein Peogot av nýggjum slag).
– Eg veit ikki júst, hvat eg vil við hesum, skrivar mamman, sum er skelkað av hendingini. Hon vónar, at onkur hevur sæð nummarplátina á bilinum, so hann kann meldast, sigur mamman, sum vónar, at viðkomandi bilførari sær tað, hon hevur skrivað.
– Eg hevði fegin vilja prátað við mannin, sum rýmdi – ella givið honum eina oyrafiku, men eg veit ikki, hvør viðkomandi er. Onkur segði mær, at ein kona, sum sá hendingina, ringdi til politiið, men tá eg kannaði málið seinni, hevði eingin ringt og meldað tilburðin.
– Tú sum steðgaði á og sá drongin hjá mær gráta av kvøkkinum, stóra stóra takk fyri, at tú koyrdi hann heim, eg veit tíverri ei heldur, hvør tú ert, men takk skalt tú hava kortini, sigur mamman
.