Koyrdi bara 80 - men fekk klipp

Ein bilførari varð tikin á einum strekki, har hámarksferðin var lægri enn vanligt

Í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna og í tí sambandi fekk ein bilførari klipp í koyrikortið.

 

Hann varð tikin á landsvegi í Eysturoy, har tað vanliga er loyvt at koyra 80.

 

Men á hesum vegastrekkinum varð hámarksferðin lækkað niður í 60 kilometar um tíman, og tá skal lítið til fyri at verða tikin.

 

Hesin bilførarin varð tikin fyri at koyra minst 80 og tað fær hann sostatt eitt klipp í koyrikortið fyri.

 

Harumframt fær hann eisini 2.000 krónur í bót.

 

Á vegastrekkjum, har hámarksferðin er lægri enn vanligt, skal ikki nógv til at fáa bót, ella at seta koyrikortið í vanda, men tað lata nógvir bilførarar seg lumpað av.

 

Vanliga fáa bilførarar klipp í koyrikortið tá ið teir koyra 21 kilometrar skjótari enn loyvt er, men tá ið hámarksferðin er niðursett, fáa bilførarar klipp í koyrikortið tá ið teir koyra bara 16 kilometrar skjótari enn loyvt er.

 

Og koyra teir 21 kilometrar um tíman skjótari enn loyvt er, missa teir koyrikortið treytað.

 

So hesin bilførarin var akkurát undir markinum fyri at missa koyrkortið treytað.