Koyrdi á fýra seyðir í senn

Ein maður í Kollafirði misti allan seyðin, tá ein trailari rendi á seyðirnar. Funnið varð fram til bilin, hóast førarin ikki boðaði frá

Dagfinn Olsen


Ein maður í Kollafirði átti inntil týsdagin 4 seyðir. Nú eigur hann ongan, tí ein trailari úr Runavík rendi á allar 4 seyðirnar við Missónshúsið í Kollafirði týsdagin og maðurin misti allan seyðin.

Maðurin, ið er pensiónistur, var sjálvsagt harmur um missin, men tíverri boðaði førarin ikki frá óhappinum og politiið segði seg einki kenna til málið.


Leitaðu sjálvir

Sostatt fóru kollfirðingar sjálvir at vita, um teir kundu fáa greiðu á málinum. Sonur mannin, ið mist heði, og ein vinmaður fóru at leita. Teir spurdu seg fyri, hvørjir bilar høvdu verið á ferð á vegnum týsdagin og eftir nakað av kanningararbeiði funnu teir bilin.

Hetta vísti seg at vera ein trailari úr Runavík.

Úr Kollafirði verður sagt, at bilførarin hevði einki gjørt við málið, men bilánarin vildi fegin hava hetta avgreitt. Kollfirðingar lótu síðani málið til politiið í Runavík.

Politiið í Runavík váttar, at arbeitt verður við hesum málinum, men vil annars ikki gera viðmerkingar til smálutirnar í málinum, meðan arbeiðið fer frem.

Men ikki er tað hvønn dag, at maður missir allan sín seyð eftir lítlari løtu. Og heldur ikki hendir tað ofta, at heilir fýra seyðir verða yvirkoyrdir uppá eingang.