Koyrdi forkvinnuna frá: Hann kundi gjørt akkurát sum hann vildi

Hann sigur beinleiðis skeivt um avgerðina, sigur Aksel V. Johannesen, sum var løgmaður, tá ið ráðið varð sett á stovn

Tað, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið um at koyra forkvinnuna í etiska ráðnum, frá, er beinleiðis skeivt. Tað sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður floksins. Hann er eisini løgfrøðingur, og var løgmaður, tá ið etiska ráðið varð sett á stovn.

 

Fríggjadagin varð etiska ráðið valt av nýggjum, har seks av teimum níggju nevndarlimunum, vórðu skiftir út. Serliga hevur tað vakt ans, at forkvinnan, Anne Mette Greve Clementsen, prestur, varð koyrd frá, sum forkvinna. Landsstýrismaðurin hevur vart seg við, at hann hevur fylgt teimum tilmælum, hann hevur fingið, og tí tað eigur hann at gera. Og Anne Mette Greve Clementsen var ikki eitt av tilmælunum, og sostatt er hon heldur ikki afturvald.

 

Men Aksel V. Johannesen sigur, at landsstýrismaðurin her fer púra skeivur. Á Facebook skrivar hann, at lógin sigur púra greitt, at landsstýrismaðurin velur formannin ella forkvinnuna, og ein nevndarlim í etiska ráðið. Tað valið hevur onki við tilmælini frá politisku flokkunum, kommunfelagnum og ymisku aðalráðnum at gera, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann sigur, at politisku flokkarnir, Kommunfelagið og ymisk aðalráð, skulu tilmæla hvør sín nevndarlim. Tilsamans skulu hesi sostatt tilmæla sjey av níggju nevndarsessunum. Um tað var so, sum Kaj Leo sigur, at hann skuldi velja út frá innkomnu tilmælinum, skuldi tilmæli komið til allar níggju nevndarsessirnir, og ikki bara til sjey av nevndarsessunum, sigur Aksel V. Johannesen.

 

– Og so hevði tað sjálvandi staðið greitt í lógini, at landsstýrismaðurin skuldi velja formannin, ella forkvinnuna ímillum hesi níggju tilmæltu. Lógin kundi ikki verið meira greið, tí eftir henni, velur landsstýrismaðurin, einsamallur, formannin ella forkvinnuna og ein nevndarlim av teimum níggju nevndarlimunum. Síðani skal hann velja hinar sjey nevndarlimirnir út frá teimum tilmælunum, hann hevur fingið, leggur Aksel V. Johannesen afturat.

 

Politisku flokkarnir skulu tilmæla tríggjar nevndarlimir og so skulu Almannmálaráðið, Mentamálarðið, Vinnumálaráðið og Kommunufelagið mæla til hvør sín nevndarlim. Hetta gevur sjey nevndarlimir tilsamans.

 

Tað komu 23 tilmælir til hesar sjey nevndarsessirnir. Landsstýrismaðurin skal so manna teir sjey nevndarsessir ímillum hesi 23 tilmælini. Seinastu tvey umboðini velur landsstýrismaðurin einsamallur og annað av teimum er formaðurin, ella forkvinnan og hitt umboðið er nevndarlimur.

 

– Og hesi bæði umboðini hava onki við tilmælini til hinar sjey nevndarssessirnar at gera. Tí eru undanførslurnar hjá Kaj Leo beinleiðis skeivar, sigur Aksel V. Johannesen. Vóru hansara undanførslur rættar, skuldi tað sjálvandi komu tilmælir til allar níggju nevndarsessirnar, og ikki bara til sjey av nevndarsessinum, leggur hann afturat. hann sigur, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur ikki gjørt nakað ólógligt, tí hann hevur rætt at velja tann formannin, hann vil. Men í hesum føri hevur hann gjørt av, at koyra Anne Mette Greve Clementsen frá og tað hevur ikki nakað við nøkur tilmæli at gera, sigur Aksel V. Johannesen

 

Kaj Leo Holm Johannesen svarar aftur, at hann fekk 23 tilmæli og hann gjørdi av at velja formannin, bara útfrá teimum sum vóru innstillað. Hann sigur, at hann kundi valt fyrrverðandi forkvinnuna umaftur, tí hann var aldeilis ikki bundin til at velja ímillum tey 23. Men hann gjørdi av at velja formannin ímillum tey innkomnu uppskotini.