Koyrdi á SEV-skáp og nøkur hús mistu streymin

Í gjár hendu tvey ferðsluóhapp í Eysturoy, har bilførarar vórðu tiknir á bóli í hálkuni.

Í gjár hendu tvey ferðsluóhapp í Eysturoy, sum tíbetur ikki elvdu til persónsskaða. Bæði óhappini hendu í sambandi við óvæntaða hálku.

 

Í báðum førum var bara bilførari í bilinum, og í fyrra førinum endaði førarin tó á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

 

Fyrra ferðsluóhappið hendi nærindis Rituvík, har ein bilur endaði í einum SEV-skápi og einum hjalli. 

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at eini trý hús mistu streymin orsaka av óhappinum, og hjallurin fekk eisini nakað av skaða.

 

- Bilurin fórst illa, og førarin endað á Landssjúkrahúsinum til kanningara, men hevði eingi álvarslig mein. 

 

Vaktleiðarin sigur, at fólk hjá SEV syrgdu fyri, at tey, sum høvdu mist streymin, fingu streymin aftur.

 

Beint fyri miðdagsleitið í gjár hendi eisini eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða. Hetta var á leiðini, har avkoyringin er til Oyndarfjarðarvegin.

 

- Eisini her var førarin einsamallur í bilinum, sum fór út av vegnum og endaði í einum mórudýki. 

 

Vaktleiðarin sigur, at bilførarin fekk ongan likamligan skaða, og einaferð í dag verður farið at taka bilin uppaftur.