Í nátt varð løgreglan ymsastaðni í meginøkinum og gjørdi ferðslukanningar. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 98 kilometrar um tíman, har hann annars hevði loyvi at koyra 80, og tað fær hann so bót fyri.
Eitt sindur verri var tað hjá einum øðrum bilførara, sum varð tikin fyri at koyra 116 kilometrar um tíman har hann hevði loyvi at koyra 80, og tað fær hann so bæði bót og klipp í koyrikortið, fyri.
Men heilt galið varð tað hjá einum triðja bilførara, ið varð tikin fyri at koyra heilar 146 kilometrar um tíman, har tað var loyvt at koyra 80. Og løgreglan sigur, at bilførarar, sum koyra so skjótt, fáa koyriforboð, so koyrikortið varð tikið frá honum á staðnum, umframt at hann fær nakrar túsund krónur í bót.