Koyrdu við kenning í Havn

Tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning í høvuðsstaðnum

Løgreglan í Havn tók um vikuskiftið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Tað var um 17.30 tíðina leygardagin, at løgreglan fekk boð um eitt ferðsluóhapp við Kaggan, og tá teir komu á staðið fingu teir mistanka um at bilførarin var ávirkaður. Hann varð tí handtikin og blóðroynd tikin.

Knappar tólv tímar seinni tók løgreglan enn ein bilførara fyri sama lógarbrot. Hann varð eisini yikin við á støðina, har blóðroynd eisini varð tikin av honum.