Koyrigleðin í hásætið

Fyrsti BMW-1 er nú komin til landið, og vit hava royndarkoyrt bilin. Hóast bilurin sær út sum ein vanligur hatchback við 5-hurðum, hevur hann eisini heilt aðrar dygdir. Bilurin verður drivin av bakhjólunum, og koyrigleðin er sett í hásæti

So gott sum allir hatchback við trimum og fimm hurðum eru gjørdir soleiðis, at teir skulu vera so praktiskir og rúmligir sum yvirhøvur gjørligt, motorin upp á tvørs og drivnir av forhjólunum.

Men við BMW-1 er konseptið heilt annarleiðis, motorurin stendur upp á longs, og bilurin verður drivin av bakhjólunum, sum er óvanligt fyri ein bil í hesum klassanum. Men allir aðrir BMW verða eisini drivnir av bakhjólunum uttan Mini, ið verða gjørdir í Onglandi og eisini hoyra til BMW-konsernina.

BMW-1 er ein heilt nýggjur bilur, hann er ikki komin sum avloysari fyri nakran annan BMW. Endamálið við BMW-1 er heilt einfalt at gera ein bil við optimalum koyrieginleikum og við koyrigleðini í hásæti. Allar royndarkoyringar av bilinum vísa, at tað livir hann fult upp til.

Vit hava royndarkoyrt BMW 116i, hann koyrir sum ein sportsbilur, hydrauliska servostýringin er heilt til pass, hvørki ov løtt ella ov tung, og saman við stramma undirvogninum gevur hetta koyriegineikar í toppklassa. At bilurin verður drivin av bakhjólunum ger eisini sítt til eina góða koyriuppliving. RFT-dekk (Run Flat Tyre) eru standard í øllum útgávunum.

BMW-1 verður í fyrstu atløgu gjørdur sum hatchback við 5 hurðum. Í 2005 kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein coupé. Seinni kemur eisini ein stationcar.

Motorarnir eru hesir: 1,6 og 2,0 litur bensinmotorar við ávikavíst 115 og 150 hk. og tveir 2,0 litur diesel við ávikavist 122 og 163 hk. Seinni koma aðrir motorar við í skránna.

BMW satsa upp á at selja 150.000 bilar av nýggju 1-røðini árliga.

BMW-1 kann síggjast og roynast hjá Nordcar úti við Velbastaðvegin


Myndatekstur:

1.
BMW 116i er ein eyðkendur BMW við motorinum upp á longs og drivin av bakhjólunum. Koyrieginleikarnir eru í toppklassa.

2.
Hóast BMW 116i er í sama klassa sum t.d. VW Golf og Opel Astra, er ikki talan um somu bilar, tí hesin hevur motorin upp á longs og verður drivin av bakhjólunum. Hesin er ein 116i við t.d. automatiskum klimaanleggi, fløguspælara og tokulyktum

3.
BMW 116i innan í besta BMW-stíli, einfalt og stílfult. Bilurin verður settur í gongd við start/stop knøttinum. Bæði forsetreini kunnu stillast í hædd


BMW 116i

Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin 115 hk

0-100 km/t10,8 sek

Bensinnýtsla13,0 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd185/60-16

Stødd og vekt
Longd422,7 cm
Breidd175,1 cm
Hædd143,0 cm
Eginvekt1.275 kg
Viðførisrúm330 litrar

Prísurkr. 297.000 + metallakk ( kr. 10.000 )

SøluumboðSp/f Nordcar
Smiðjugerði 4
FO-100 Tórshavn
Tel. 308080