Krógva seg aftanfyri vágbingar

Býráðslimir á Tvøroyri halda, at tað eru tær beru kávalótir, tá ið smáu kommunurnar í Suðuroy siga, at tær vilja leggja alla oynna í eina kommunu

Kommunusamanlegging

? Tað er tað bera kávalótir, tá ið smáu kommunurnar í Suðuroy siga, at tær vilja leggja alla Suðuroynna í eina kommunu.
Tað heldur Bergur Bærendsen, býráðslimur á Tvøroyri.
Á býráðsfundi á Tvøroyri seinnapartin mikudagin, varð nógv tíð brúkt uppá at umrøða støðuna í Suðuroy eftir at Løgtingið leygardagin gjørdi av at byggja skúladepil í Hovi, hóast meirilutin av Vágs Býráði og Tvøroyrar Býráð mælti til at byggja skúlarnar í Vági og røktarheimi á Tvøroyri. Afturfyri skuldu kommunurnar í oynni taka samráðingar upp um at leggja alla Suðuroy í eina kommunu.
Tað mettu býráðslimir á Tvøroyri vera eitt serligt frambrot í Suðuroy, tí higartil hevur Vágs Býráð ikki viljað hoyrt talan um at leggja alla oynna í eina kommunu.
Samstundis gjørdi Vágs Býráð greitt, at verður skúladpilin ikki bygdur í Vági, dettur alt tos um samanlegging burtur.

Tann beri sjónleikur
Á býráðsfundinum á Tvøroyri mikudagin varð enn einaferð staðfest, at tað tað er fremsta áhugamál hjá Tvøroyrar býráðið at leggja alla oynna í eina kommunu.
Men í hesum sambandi fingu tær smáu kommunurnar av at vita.
Bergur Bærendsen vísti á, at Tvøroyrar Býráð hevur arbeitt í fleiri ár fyri at fáa alla oynna lagda saman í eina kommunu.
? Men vit hava onki veruligt svar fingið frá teimum smáu kommununum í oynni, segði hann.
? Tá ið tær smáu kommunurnar tosa um samanlegging, eru tað tær beru kávalótir. Kommunurnar siga, at tær vilja bara leggja saman í eina kommunu, men tær vita, at tað letur seg ikki gera, tí Vágs Býráð vil bara hoyra talan um tvær kommunur. Tað, sum tær smáu kommunurnar gera, er sostatt onki annað enn at krógva seg aftanfyri Vágs Býráð, segði ein hvassorðaðu Bergur Bærendsen.
Hann vísti eisini á, at nógvar kommunur ræðast at leggja saman við Tvøroyrar Kommuna. tí skuldin skal vera so stór.
? Veruleikin er, at skuldin hjá Tvøroyrar Kommuna minkar í stórum og longu á nýggjárinum er hon komin niður á eitt støði, sum avgjørt er yvirkomuligt. Samstundis er kommunan væl útbygt, so samanumtikið er ongin kommuna í oynni er so væl fyri, sum Tvøroyrar Kommuna.
Hann harmaðist kortini, á, at framferðin hjá Landsstýrinum hevði sett allar ætlanir um samanlegging í oynni fleiri ár aftur í tíðina, tí nú er ósemjan í Suðuroynni enn størri enn hon hevur verið.
Somuleiðis mælti hann til, at Tvøroyrar Kommuna framyvir brúkti minni orku uppá samanlegging og meiri orku uppá at arbeiðið at menna kommununa.

Mugu finna stevið aftur
Jaspur Vang helt, at tað var umráðandi, at kommunurnar í Suðuroy finna stevið aftur og Tvøroyrar Býráð eisini frameftir virkar fyri at savna alla oynna í eina kommunu.
Sjálvur helt hann, at einasti møguleiki var at leggja alla oynna í eina kommunu.
? Eg vil heldur hava 20 kommunur í Suðuroy, enn tvær. Verða tvær kommunur í Suðuroy, verður toganin ímillum tær nógv harðari enn tað er nú, vit hava sjey kommunur. Samstundis er fólkatalið í Suðuroy so lítið, at landspolitisk fáa tvær kommunur, sum draga hvør sína línu, onga vekt. Verður Suðuroyggin tvær kommunur, fer tað sostatt at gera Suðuroynna enn veikari enn hon er í dag.
? Vágbingar vilja ikki leggja alla oynna í eina kommunu, tí teir føla at syðra helvt er ov veik afturímóti norðaru helvt. Men tað er ein spurningur, nær ein følir seg at vera nóg sterkan, segði Jaspur Vang.
Í hesum sambandi skal kortini viðmerkjast, at Sumbiar Bygdaráð hevur eisini alment boðað frá, at tað vil hava alla oynna í eina kommunu og har hevur eisini stórur meiriluti av fólkinum atkvøtt fyri einari kommunu í oynni á fólkaatkvøðu.